Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fólk, ið bera brek, hava eisini rætt at taka lut í fólkaræðinum

SKRIVAÐ: Brekumboðið  |  02.03.2026 - 12:12 Politikkur Tíðindaskriv

Í mars mánaði eru tvey val á skránni. Løgtingsval 26.mars og Fólkatingsval 24.mars. Brekumboðið minnir á, at viðurskiftini eiga at verða skipaði soleiðis, at eisini fólk, ið bera brek, hava møguleika at taka lut í fólkaræðinum.

 

 

Tá Føroya Løgting í 2009 samtykti Brekrættindasáttmálin hjá ST, bundu Føroyar seg til at tryggja, at fólk, ið bera brek, hava møguleika at luttaka í samfelagnum á jøvnum føti við onnur.

Demokrati merkir fólkaræði – og fólkaræði er fyri øll.

Kortini síggja vit, at luttøkan ofta verður tarnað, tí umstøðurnar ikki eru lagaðar soleiðis, at øll fáa luttikið á jøvnum føti.

Tí fer Brekumboðið at gera vart við, at sambært Brekrættindasáttmálanum hjá ST, hava myndugleikar og samfelagið sum heild skyldu at tryggja atkomu og luttøku, soleiðis at fólk, ið bera brek, fáa tikið lut í politiskum og almennum lívi á jøvnum føti við onnur.  Hetta fevnir bæði um rættin at velja og at stilla upp.

Sáttmálin vísur eisini á, at fjølmiðlar skulu eggjast til at laga sínar tænastur soleiðis, at fólk, ið bera brek, fáa brúkt tær.

Brekumboðið fer tí at heita á fjølmiðlar, flokkar og onnur, ið skipa fyri tiltøkum í samband við valini, at hava hetta í huga.

Eitt nú við at hava teknmálstulk og at tekstað sendingar og tiltøk, ið verða sjónvarpaði og stroymd.

Á henda hátt ber til hjá deyvum, tunghoyrdum og øðrum at taka lut í politiska lívinum.

Brekumboðið minnir eisini á týdningin av góðum atkomuviðurskiftum.

Umráðandi er, at atkomuviðurskifti eru skipaði soleiðis, at eisini fólk við rørslutarni og onnur kunnu taka lut uttan forðingar

Lýsing
Seinastu tíðindini
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…