Lýsing
Lýsing
Greiður sigur til Stjørnuna
Kvinnurnar hjá Stjørnuni hava í dag verið á Skála og leikt ímóti StÍF. Úrslitið gjørdist ein greiður 27-20 sigur til Stjørnuna.
Tað gekk javnt á fyrstu 10 minuttirnar, men so hevði Stjørnan hug at taka leiðsluna, men StÍF var framvegis væl við, leiðslan hjá Stjørnuni varð ongantíð størri enn 3-4 mál. Hálvleiksstøðan var 14-10 Stjørnuni.
Í seinna hálvleiki megnaði StÍF ikki í hanga í, og sum hálvleikurin leið, øktist leiðslan hjá Stjørnuni støðugt, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist ein 27-20 sigur til Stjørnuna.
Málini hjá Stjørnuni skutu: Julia Nalviko 10, Ella L. Samson 6, Ai Waagstein 4, Brynja Høj 4, Julia J. Lydersen 2 og Julia Høgnesen 1.
Seinastu tíðindini