Lýsing
Lýsing
SF: Prísurin hækkar á midnátt í kvøld
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august
Nú er eitt hálvt ár, til Summar Festivalurin aftur verður hildin. Í tríggjar dagar bjóðar festivalurin konsertir, framførslur og undirhald á fýra pallum.
Higartil hevur festivalurin kunngjørt Andreas Odbjerg, Hamradun, Anniku Hoydal, Faroe5, Eyðun Nolsøe, Jakobinu Ellingsgaard og Grandma's Basement. Fleiri bólkar verða kunngjørdir í næstum.
Á midnátt í kvøld (sunnukvøldið 1. mars) hækkar prísurin á vikuskiftispassum. Atgongumerki kunnu keypasta heimasíðuni sf.fo
Seinastu tíðindini