Lýsing
Lýsing
Lýsing

SÍ og Mjølnir kapprenna enn um fyrstaplássið

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  02.03.2026 - 07:42 Ítrottur Tíðindi

Hóast tað langt síðani gjørdist greitt, at SÍ og Mjølnir fara at møtast í FM-finalunum í Polestar-deildini, spæla bæði framvegis av lívsins kreftum, tí fyrstaplássið í landskappingini gevur fyrimunir í finalunum, har fremsta liðið spælir fyrsta dystin á heimavølli, og aftur í einari møguligari triðju finalu, vinna liðini hvør sín dyst – sama hvat settmunurin er

 


Polestar-deildin:

Og hvør endar fremst í sjálvari landskappingini, verður ikki avgjørt fyrr enn í síðsta umfarinum, har Mjølnir og SÍ møtast í Klaksvík leygardagin 7. mars.  

Støðan áðrenn avgerandi dystin er, at SÍ er frammanfyri við einum stigi, og betri settmunurin ger, at SÍ tolir at tapa 3-2 og framvegis halda fast í fyrstaplássið. Vinnur Mjølnir hinvegin 3-1 ella 3-0, so tekur Mjølnir fyrstaplássið.

Um vikuskiftið vunnu bæði liðini tryggar sigrar; Mjølnir 3-0 á ÍF og SÍ 3-0 á Ternuni

 

Mjølnir – ÍF 3-0 (25-16, 25/16, 29-27)

Tað var bara í triðja setti, at Mjølnir fekk líkinda mótstøðu frá bronsuvinnarunum úr Fuglafirði. Mjølnir vann lættliga tey bæði fyrstu settini 25-16 og 25-16, og líkt var til, at triðja sett fór at enda við líknandi úrsliti, tá ið Mjølnir hevði lagt seg framum 10-5.


ÍF gjørdi tá ein vørr og minkaði um munin til 10-11, sum tó vaks aftur til 22-17.

Men ÍF hevði framvegis ikki givið skarvin yvir, og hóast Mjølnir hevði tríggjar dystarbóltar við støðna 24-21, hóraði ÍF undan og javnaði til 24-24. Tað gjørdi ÍF tríggjar ferðir aftrat, men tá ið Mjølnir fekk sjeynda dystarbóltin við støðuna 28-27, eydnaðist loksins at vinna 29-27.

 


SÍ – Ternan 3-0 (25-12, 25-15, 25-17)

Eftir at Ternan hevði javnað til 8-8 í fyrsta setti, vann SÍ teir næstu sjey bóltarnar á rað og legði seg á odda 15-8, áðrenn settið varð vunnið 25-12.

Tað var ikki verri enn ilt hjá Ternuni í øðrum setti, tá SÍ var frammanfyri 14-10, men av næstu 10 bóltunum vann Ternan bara tveir, so støðan gjørdist 22-12, áðrenn SÍ vann settið 25-15.

Triðja settið var tað frægasta hjá Ternuni, sum var á odda 4-1 og 10-9, áðrenn SÍ veruliga fór í gongd og sum fráleið dró frá og vann 25-17.

Stóra oddabrakið undan sjálvum finalunum verður í Badmintonhøllini í Klaksvík leygardagin 7. mars kl. 16.  


Í hinum trimum dystunum teirra millum vóru úrslitini:
1. okt.: Mjølnir – SÍ 3-1
22. nov.: SÍ – Mjølnir 3-1
27. jan.: SÍ – Mjølnir 3-0


Finalurnar verða spældar í seinna helmingi av mars.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…