Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Finn Johannessen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  01.03.2026 - 14:31 Tíðindi Veðrið

Veðrið fer at vera umleypandi í vikuni, sum stendur fyri framman. Lágtrýst, okkurt við fitt av vindi ella nógvum avfalli, fara at leggja leiðina framvið. Tað fyrsta er her longu í nátt, og tað fer at koma beint á okkum.

Tá ið tað er farið norðurum mánakvøldið, er ein lítil glotti týsdagin, til tað næsta fer at nærkast mikudagin. So er aftur ein lítil glotti hósdagin, til tað triðja fer framvið norðanfyri fríggjadagin.

Hann fer at liggja millum sunnan og vestan næstan alla tíðina. Onkra lítla løtu onkra aðra ætt. Mesta regnið í nátt og mikukvøldið. Hitalagið liggur á markinum fyri regn og vátakava, so avfallið fer at vera skiftandi millum hesi.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag.

Mánadagin:

Fyrrapartin 10 til 15 m/s av útsynningi, hálvskýggjað og sólglottar við ælaveðri, stundum grov æl, í støðum kanska vátakavi. Seinnapartin gongur hann upp í vestan og minkar vindin niður í 8 til 13 m/s, um kvøldið niður í 5 til 10 m/s. Um náttina gongur hann upp í útnyrðing, veksur vindin upp í 8 til 13 m/s, skýggjað og vátakava- ella kavaæl. Hitin 2 til 7 stig, um náttina niður í frostmarkið.

Týsdagin:

8 til 13 m/s av vestri, samdrigið og ælaveður við vátakava ella kava. Um kvøldið 5 til 10 m/s av útsynningi, samdrigið og bert okkurt ælið. Um náttina 10 til 15 m/s sunnan, skýggjað og regn. Hitin 3 til 8 stig.

Mikudagin:

Sunnan 13 til 18 m/s, samdrigið og regn. Seinnapartin eitt sindur minni vindur, 10 til 15 m/s. Um náttina vestan, 3 til 8 m/s. Hitin 4 til 9 stig.

Hósdagin:

Vestan, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn ella vátakavi. Um náttina sunnan, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn ella vátakavi, í støðum nógv avfall. Hitin 3 til 8 stig.

Fríggjadagin:

Sunnan, 13 til 18 m/s, samdrigið og samregn við vátakava ella kava. Hitin 4 til 9 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið