Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Regin Jacobsen á stjóraskrivstovuni á Glyvrum | Mynd: Jóhann Lützen

Bakkafrost skapar nógv størv í útjaðaranum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.03.2026 - 08:58 Tíðindi Vinna

Bakkafrost hevur nógvar verkætlanir í gongd, eitt nú í Skálavík, men eisini á Húsum og í Svínoy í Norðoyggjum. So sanniliga kann sigast, at fyritøkan ger nógv fyri at hava arbeiðspláss í útjaðaranum og á útoyggj. Og tað er avgjørt ikki bara rutinuarbeiði, men størv, har tað er neyðugt at hava góðskuna í topp, umframt at lívfiskastøðirnar á Húsum og í Svínoy eru lívsæðrin hjá fyritøkuni. Álit verður veruliga sýnt útjaðaranum

 

Norðlýsið vitjaði hjá Bakkafrost á Glyrum. Ørindi okkara vóru at frætta um gongdina hjá alirisanum. Regin Jacbsen var sum vant sera væl upplagdur og greiddi frá við eldhuga um allan aktivitetin hjá Bakkafrost. Burturúr komu fleiri greinar, sum vit leggja út á heimasíðuna hesa vikuna. 

Regin Jacobsen sigur at Bakkafrost raðfestur at skapa størv í útjaðarnum. 

Verkætlanin í Svínoy koyrir eftir ætlan. Har skulu vit hava eina lívfiskastøð, og tí mugu nakrar út- og umbyggingar gerast. Minnist meg rætt, fara vit at brúka einar 40 milliónir krónur í Svínoy, og fyrsti lívfiskurin skuldi komið út í Svínoynna nú í summar. Tað vil siga, at í summar verður eftir ætlan lívfiskur í Svínoy, sigur Regin Jacobsen

Á Húsum er longu ein lívfiskastøð, og hon hevur koyrt í 2 ár nú. Um vit bert hugsa um tað, so eru lívfiskastøðirnar bara liðir í arbeiðinum, sum vit byrjaðu í 2016-17, tá Poul Michelsen var landsstýrismaður og gav okkum loyvi til at yvirtaka ta føroysku laksastammuna. Hóast tað eru 10 ár síðani, so eru vit enn í eini uppbyggingarfasu av laksastammuni, tí hon varð annars slept. Vit mugu byggja alt upp frá grundini aftur, greiður Regin frá. 

 

Eliturogn

Vit framleiða einar 30-40 milliónir av rognum, og vit brúka bara 8 milliónir av teimum. Hetta er tí, at vit velja bara at brúka eliturogn, t.v.s. tey allarbestu rognini. Eliturogn er, tá ið bæði ”foreldrini” hjá laksunum/rognunum eru útvald úr serliga góðum slektum, har tað er prógvað, at genini eru mótstøðufør móti sjúkum, hava øgiliga góð evni at vaksa, og annars eru av høgari góðsku, upplýsir Regin. 

Tað síggja vit í kotunum í genunum á laksunum, og nú eru vit komin har til, at vit kenna og hava eyðmerkt alt genomið. Tað ger, at nú kunnu vit økja framleiðsluna, tí nú vita vit, hvussu vit fáa tey heilt góðu rognini. Og tá er tað, at Svínoy kemur inn. Vit fáa nógv meira av tí stóru lívfiskunum, sum viga 10-12 kg, og tað fyllir nógv meira enn tað, vit kunnu hava í Skopun, sigur Regin Jacobsen. 

Soleiðis fara Skopun og Svínoy at gera tað sama, altso at hava tann stóra lívfiskin. So verður hann førdur til Áir at verða strokin og »befruktaður«. Harfrá verða rognini so koyrd út á smoltstøðirnar. Vit hava brúkt hundraðtals milliónir upp á tað, og nú fara vit kanska at heysta vinningin, sigur stjórin.

 

Alneyðugt at hava føroyskan lívfisk

Um týdningin av lívfiski fyri bæði fyritøkuna og fyri Føroyar sigur Regin Jacobsen.

Høvdu Føroyar ongan lívfisk, so vóru Føroyar einasta alilandið uttan. Um tú ikki hevur lívfisk, kanst tú standa í teirri støðu, at tú ikki fært rogn – í løtuni fáa vit okkara rogn úr Íslandi og Noregi – og hóast vit fáa rogn úr útlondum, kanst tú koma í ta støðu, at tú ikki fært tað. Eisini kanst tú koma út í veterinérar restriktiónir ella avmarkingar, sum íkoma vegna sjúku. Tað kundi gjørt, at vit ikki fingu loyvi at innflyta rognini, og tað hevði verið ein margháttlig støða at staðið í, sigur hann. 

Vit kundu tí komið í ta absurdu støðu, at vit ikki høvdu rogn, eftir at hava skotið fleiri milliardir av krónum inn í framleiðsluna. Hartil kemur so eisini tað við branding. At vit hava føroyskan alifisk, ið hevur nakrar heilt øðrvísi eginleikar enn annar laksur; hann smakkar øðrvísi, hann fær serligt fóður eftir eini uppskrift, sum ongin annar brúkar, og tað, at vit hava lokalar rávørur. Tað, saman við tí at hava sín egna genetikk, ger, at produktið er serstakt – tað er unikt og kann ikki kopierast, greiður Regin Jacobsen frá. 

Alt hetta tilsamans ger, at tú kanst hava eina branding, sum ikki bara er ein søguforteljing, men nakað veruligt, sum ein kann dokumentera. Tí hildu vit, at hetta byggir upp undir okkum sum tjóðarbyggjarar. Vit byggja nakað upp, sum skal vera í nógv meira enn tíggju ella tjúgu ár, men nógv longri fram og vera nakað, sum gevur okkum bæði eina trygd og ein kappingarfyrimun eisini í framtíðini, sigur Regin

Føroyskur alifiskur verður roknaður sum tað allarbesta, ein kann fáa, og har er hendan brandingin týdningarmikil. Ein branding uttan nakað ítøkiligt aftanfyri gevur ikki sama virði. Tú mást hava fakta aftanfyri, og tað hava vit við hesum her. Tað er orsøkin til, at vit gera hetta, hóast tað hevur kostað nógv og tikið langa tíð, sigur hann.   

 

Smoltstøðirnar

Regin Jacobsen er spentur um kapacitet økingina á smoltstøðunum

Eitt ættarlið av laksi tekur umleið 4 ár, frá tí at byrjað verður, og arbeitt verður tí altíð við 4-ára cyklusum. Av Húsum og Svínoy kemur tað út til stóru smoltstøðirnar á Viðareiði, Strond og Norðtoftum. Har gongur øgiliga væl. Framleiðslan er stór, og vit hava gjørt fleiri útbyggingar á teimum trimum smoltstøðunum. Tær framleiða í dag rættiliga nógv, og serliga árið 2025 var gott hjá Smoltdeildini hjá Bakkafrosti, upplýsir Regin. 

Vit settu 18,7 milliónir smolt á sjógv, sum vigaðu umleið 450 gram í meðal (tað er met), og framleiðslurnar koyrdu ígjøgnum alt árið. Góða úrslitið skyldast, at vit hava gjørt íløgur í hetta bæði økonomiskt og menniskjaliga við at venja fólk upp, sigur hann. 

Vit byggja eisini út í Skálavík. Skálavík kemur upp at koyra í summar, tá fyrstu rognini verða tikin inn. So gongur eitt ár afturat, meðan tað verður bygt. Í hesum tíðarskeiðnum fer tað frá rognum til startfóðring og síðani til víðarivøkstur, og annleggini verða klár so hvørt, sigur stjórin

Tá ið Skálavík er komin upp at koyra, so økist okkara kapacitetur úr umleið 20-21 milliónum til umleið 26-27 milliónir fiskar à 500 gram. Siga vit 26 milliónir à 500 gram, so gevur tað 13.000 tons. Í dag liggja vit á umleið 20 milliónum à 500 gram, og tað gevur einans 10.000 tons, ið er tað, vit kunnu framleiða við teimum smoltstøðunum, sum vit nú hava, sigur Regin Jacobsen.

 

Stórar útbyggingar á Strond

Eisini á Strond eru stórar ætlanir. Stjórin í Bakkafrosti sigur: – Norðuri á Strond verður útbygt við einari linju afturat við startfóðring. Útbyggingin kostar umleið 40 milliónir, og hon verður gjørd fyri at fáa betri fleksibilitet í startfóðringina. Hon varð gjørd øgiliga tepur afturi í 2015-16, og við bara einari linju virkar hon ikki optimalt. Á øllum hinum nýggju smoltstøðunum hava vit 2 linjur til startfóðring. Tað gevur fleiri kvadratmetrar til kørini við ynguli í. Á Strond hevur tað verið nokkso pressað, og tað hevur givið suboptimala úrtøku onkuntíð. Hetta fer at geva betri fleksibilitet og fiskavælferð.

Tað hevur gingið ómetaliga væl á Strond síðstu tvey árini, men vit hava havt onkur keðilig dømi har eisini. Har skal so lítið til av fráviki til, fyri at tað gongur galið, hóast vit hava ótrúliga góð starvsfólk – tað er ikki har, feilurin liggur. Hann liggur í kapacitetinum. Við at hava betri kapacitet vænta vit at hava færri tílík frávik í framtíðini. Tað kann so eisini geva okkum møguleikar fyri at vaksa enn meira á Strond, men tað er ikki nakað, sum er ítøkiligt – enn, endar Regin við at siga, 

 

 

Fakta

Á Bakkafrosti starvaðust í 2025 heili 1.227 starvsfólk; fulltíðarstørvini telja 1.090 størv. Í 2026 fer talið at økjast, m.a. við at ein vakt afturat verður sett á Glyvrum, ið helst svarar til eini 70 starvsfólk. Síðani verður opnað í Skálavík, har arbeiði verður til eini 30 fólk, og so kemur eisini generelt meira laksur, ið gevur uppaftur fleiri størv, eins og nýggja fóðurvirkið eisini fer at skapa arbeiðspláss. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðlýsið tippar: Hetta fer valstríðið a…
Bakkafrost skapar nógv størv í útjaðaran…
Badmintonsambandið góð úrslit í Odense
Metgott úrslit hjá Trygd
Sandavágur eitt stig frá FM-sigrinum
Innsavning til kvinnur úr Nigeria
SÍ og Mjølnir kapprenna enn um fyrstaplá…
Greiður sigur til Stjørnuna
Føroyar mugu fáa eina nýggja støðu í hei…
Maria endaði innandura kappingarárið við…
Jákup Vilhelmsen spældi allan dystin
SF: Prísurin hækkar á midnátt í kvøld
Veðrið í vikuni
KÍ vann fyrsta steypið
Deyður springari á Borðoyarvík
229.470 krónur til børnini
1. mars - Altjóða dagur ímóti mismuni
KÍ vann Stórsteypadystin 1-0 á HB
Jákup Vilhelmsen byrjar inni hjá KÍ
Prima Facie í Miðhøllini
Lýsing