Hagstovan: 13,9 milliardir útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar — vøksturin er 7,5 prosent
Fiskiveiða og aling eigur meira enn triðingin av vøkstrinum í lønarkrónum. Hetta kemst serliga av løn í botnfiskiveiðu, sum seinastu 12 mánaðirnar er vaksin við næstan 60 prosentum samanborið við undanfarna tíðarskeið, skrivar Hagstovan
970 milliónir krónur, ella 7,5 prosent, fleiri lønarkrónur vórðu útgoldnar í tíðarskeiðinum frá apríl 2025 til mars 2026 samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar.
Botnfiskiveiða tilsamans eigur 30 prosent av vøkstrinum
Menn eiga størra partin av lønini og vøkstrinum
Av útgoldnu lønini á 13,9 milliardir krónur seinastu 12 mánaðirnar, áttu menn 62 prosent við 8,6 milliardum krónum.
Av vøkstrinum á 970 milliónir krónur seinastu 12 mánaðirnar, áttu menn størra partin við 69 prosentum ella 670 milliónum krónum.
Býtt á geira, áttu menn, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði, størsta vøkstur. Teir áttu meira enn helvtina av vøkstrinum við 585 milliónum krónum, sum er ein vøkstur á 10 prosent, tá samanborið er við undanfarna tíðarskeið.
Kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, høvdu næst størsta vøksturin í krónum við 181 milliónum krónum ella 5,3 prosentum. Kvinnur undir privatum ræði høvdu tó lutfalsliga størri lønarvøkstur við 7,3 prosentum.