Lýsing
Lýsing
Lýsing
Beinir Johannesen, løgmaður handar Bárður á Lakjuni setanarbræv sum undirvísingar- og mentamálaráðharri | Mynd: Oliver Joensen

Nógvar endurskoðanir í væntu innan útbúgving og mentan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen, Myndir: Oliver Joensen  |  13.04.2026 - 18:25 Politikkur Tíðindi

Bárður á Lakjuni er júst útnevndur til undirvísingar- og mentamálaráðharra. Norðlýsið hitti nýggja ministaran og spurdi hann um kensluna og hvørji mál liggja fyrst fyri.

 

 

– ”Kenslan er góð, men serlig. Hetta havi eg ikki roynt fyrr, so tað verður bæði spennandi og avbjóðandi; tað er heilt vist. Eg vænti ikki, at tað verða tær stóru ristingarnar beinanvegin. Eg fari at seta meg inn í viðurskiftini í ráðnum og tey málini, sum eru fyri har, fyrst. Men so hava vit í samgonguni sett okkum nøkur mál í samgonguskjalinum, sum eg so skal royna at fáa framd”, sigur Bárður. Spurdur um at vera eitt sindur meira ítøkiligur, svarar nýggi mentamálaráðharrin fegin:

– ”Dagstovnalógin skal endurskoðast, innan fólkaskúlan hava vit sett okkum nokkso nógv mál av ymsum slagi – yvirskipað at fólkaskúlin eigur at gerast eitt sindur breiðari og eitt sindur meira handaliga og verkliga orienteraður, og vónandi kunnu vit uppbyggja tvílæraraskipanina. Miðnámsskúlaskipanin skal endurskoðast, og har spælir spurningurin um vitlíki og hvussu tað skal takklast í undirvísingini og til próvtøkurnar, ein stóran leiklut”, sigur Bárður á Lakjuni.

– ”Tá ið tað kemur til ungdómin og sosialar miðlar, so hava vit sett sum mál, at tað skal setast eitt 15-ára aldursmark fyri sosialum miðlum. Snildfonin skal heldur ikki vera í fólkaskúlanum, og tað er eitt greitt mál hjá okkum at fara undir. Á Fróðskaparsetrinum skal campusverkætlanin halda fram, hava vit í samgonguni sett okkum fyri, men eg veit ikki reiðiliga enn, hvussu tíðarætlanin fer at síggja út”, sigur nýggi undirvísingar- og mentamálaráðharrin.

– ”Um miðlastuðulin stendur í samgonguskjalinum, at hann skal endurskoðast, og stuðulin hevur elvt til misnøgd seinastu árini. Har ætli eg at tosa við bæði embætisfólkini í ráðnum og við miðlarnar, har vónin er, at tað fer at skapa nakað størri nøgdsemi”, sigur Bárður á Lakjuni at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Team Klaksvík hevði hugnaløtu
Leigustuðulin liggur fyrst fyri
Nógvar endur­skoða­nir í væntu innan útbúg…
Steffan Klein Poulsen nýggjur formaður í…
Visit Faroe Islands kann taka tað róligt
Lágt-hangandi fruktir­nar fyrst
Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldu…
Týdningu­rin av fakfeløgum viðurkendur
RSP taka yvir Tórsfest 2026
Mjølnir slapp við hvøkkinum og vann 3-2…
Breið undirtøka fyri evstu embætunum og…
Sýning av heimildarfilmi­num BIRITU og ve…
Veðrið til á middegi í morgin
Fyrsti tingfundur hesa valsetuna
Hvørja vinnuliga framtíð ynskja vit í No…
Skulu hava tamarhald á dystinum
Formansrøðan hjá Sirið Stenberg á flokst…
MEST: - Fasttrack skipanin hevur stórt v…
Tjóðarbygging arbeiðarans
Veðrið í vikuni