Lýsing
Lýsing
Lýsing
Løgtingið hevur fyrrapartin valt løgtingsformann, næstforfólk og løgmann. Seinnapartin verða landsstýrisfólkini formliga útnevnd. | Mynd: Egin mynd.

Breið undirtøka fyri evstu embætunum og tó

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.04.2026 - 13:06 Politikkur Tíðindi

Hóast bæði Tjóðveldi og Sjálvstýri peikaðu á Beinir Johannesen sum samráðingarleiðara, atkvøddu teir báðir flokkarnir ikki fyri honum sum løgmansevni. Og ellisforsetin á tingi, sum setti fundin, atkvøddi ikki fyri Johan Dahl sum formansevni. Hann situr tó tryggur í sessinum, tí øll hini 32 tingfólkini atkvøddu fyri honum.

Beinir Johannesen hevur nú tikið formliga við sum løgmaður Føroya, og seinnapartin taka hini landsstýrisfólkini, seks í tali, formliga við sum landsstýrisfólk. Somuleiðis hevur Johan Dahl tikið við sum løgtingsformaður. Í morgun var nevniliga atkvøðugreiðsla um val av løgtingsformanni og løgmanni.

Har hendi fyrst tað, at Jenis av Rana, 73-ára gamal og harvið ellisforseti, setti fundin sum virkandi formaður, men tá atkvøðast skuldi um løgtingsformansevni, atkvøddi Jenis av Rana blankt. Johan Dahl, sum var í uppskoti, fekk 32 atkvøður fyri sær og tað úr øllum flokkum.

Síðani skuldi løgmaður veljast, og tá atkvøðast skuldi, atkvøddi øll samgongan fyri Beinir Johannesen sum løgmanni, og tað gjørdu Framsókn og Miðflokkurin eisini. Men Tjóðveldi og Sjálvstýri atkvøddu blankt. Beinir Johannesen varð sostatt valdur við 26 atkvøðum fyri, meðan 7 vóru blankar.

Afturat sær fær Johan Dahl, tingformaður, Elsebeth M. Gunnleygsdóttur sum 1. næstforkvinnu, Hervør Pálsdóttir sum 2. næstforkvinnu, og Jóhannis Joensen sum 3. næstformann. Síðstnevndu vórðu vald við sínámillum-lutakasti.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir slapp við hvøkkinum og vann 3-2…
Breið undirtøka fyri evstu embætunum og…
Sýning av heimildarfilmi­num BIRITU og ve…
Veðrið til á middegi í morgin
Fyrsti tingfundur hesa valsetuna
Hvørja vinnuliga framtíð ynskja vit í No…
Skulu hava tamarhald á dystinum
Formansrøðan hjá Sirið Stenberg á flokst…
MEST: - Fasttrack skipanin hevur stórt v…
Tjóðarbygging arbeiðarans
Veðrið í vikuni
Løgmaður: - Barna­frádráttu­rin verður hæk…
Aðalfundur hjá Bláa Krossi
Verða Magn og Effo non-profit ella fái e…
Minni Bakkafrost, meira Føroyar!
Samgonguskjal við nýggjum og spennandi m…
- Sjálvandi skulu vit fara undir oljulei…
Heimskend jazz-trio vitjar Varpið í dag!
Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið
MAP vinnur arkitektakapping um nýggjan Í…