Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heimskend jazz-trio vitjar Varpið í dag!

SKRIVAÐ: VARPIÐ  |  12.04.2026 - 12:00 Tíðindaskriv

Í dag kl.16 verður ein serlig konsert í Varpinum í Klaksvík. Espen Berg Trio úr Noregi er ein tann mest spennandi trio’in í norðurlendskum og evropeiskum jazzi.

Síðan teirra fyrstu útgávu í 2014, hava teir etablerað seg sum ein serstakur og nógv umbiðin bólkur á globala jazz-pallinumi. Teir hava ferðast runt í Evropa, Japan, Kina og India, spælt útseldar konsertir m.a. á Ronnie Scott’s í London, konserthølum í Tokyo, Guangzhou og Athen.

Av bretska tíðarritinum "Jazz Journal" er Espen Berg Trio lýst av sum “ein av bestu triounum, sum eru til í dag”.
Við fýra ummælaravirðisløntum fløgum aftanfyri seg, hevur trioin áhaldandi avbjóðað og endurnýggjað seg sjálva, gjøgnum eina serstaka samanseting av samansettum rútmum, djúpari harmoniskari fatan, sterkum melodium og einum intensum, leikandi samspæli.

Meira kunning sæst her: Espen Berg Trio – ESPEN BERG
Klaverleikarin, Espen Berg, er eisini kosin "Steinway Artist". Tit kunnu lesa meira um hann her á heimasíðuni hjá Steinway: Espen Berg - Steinway & Sons

Vit í Varpinum gleða okkum í øllum førum til hesa forkunnugu konsertina hjá teimum, og at uppliva ein Steinway-artist spæla uppá okkara nýggja vakra flygil. 

Espen Berg – klaver
Bárður Reinert Poulsen – bass
Simon Olderskog Albertsen – trummur

Atgongumerki á 100 kr fáast á https://varpid.fo/tiltak/espen-berg-trio/ , ella við dyrnar, undan framførslu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Klassisk konsert og opin pallur í Varpin…
Ræstur fiskur í Neystinum
Føroyameistarakappingin í bridge fyri pø…
1 mai røða hjá Bjørg B Egholm
Vælkomin til Toftir á Bátafestivalin
Konsertrøð við sello og flygil
Steggjaveitsla: Burturvilsti sonurin van…
17 konfirmantar játtaðu sín dóp
EL-IN 20 ár í Klingrugarði
Føroyskar fyritøkur vístu seg fram á Ice…
Góður rakstur og kappingarførir karmar t…
Morguntúrur Dýra Biðudag 1. mai kl. 8.00
KÍ kvinnur­nar kempaðu sigurin heim
KÍ kvinnur­nar vunnu á Vikingi í kvøld
KÍ møtir NSÍ í hálvfinalunum
Nýggjur sýslumaður settur fyri norðurøki…
Lýsing