Lýsing
Lýsing
Lýsing
Um vikuskiftið var veðrið eitt sindur umleypandi. Fríggjadagin lá ein hátrýstryggur yvir Føroyum, og tá var veðrið avbera gott. Næstan ikki ein ond og tað var klárt við sólskini. Leygarmorgin vaks vindurin nógv og tað regnaði illa – vindferðin upp í skrið av eystri og landsynningi, 18-20 m/s. Hann makaði tó nokkso skjótt vindin og tað sleit í. Í dag hevur veðrið verið hampuligt. | Mynd: Aðalbjørg Jógvansdóttir Linklett, 45 ár

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  12.04.2026 - 17:44 Tíðindi Veðrið

Eitt lágtrýst fer at liggja vestan fyri Føroyar stóran part av vikuni, og tað fer at beina lýggja luft ímóti okkum sunnaneftir. Í luftrákinum er eisini ælaveður, og mikudagin fer eitt brúgvalag við regni framvið. Eingin dagur heilt turrur.

Einki illveður hesa vikuna, upp í strúk vindi í fyrru helvt, fram ímóti vikuskiftinum minni vindur. Hitalagið fer at vera støðugt, upp í 9-10 stig hvønn dag, og niður í 5-6 stig um náttina.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin: 

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk, 13 m/s, hálvskýggjað við sólglottum, men eisini og ælaveður. Seinnapartin lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og sólglottar men bert okkurt ælið. Um kvøldið frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður, í støðum við vátakava. Hitin 5 til 9 stig.

Týsdagin: 

Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, smá- ella hálvskýggjað og okkurt ælið. Um kvøldið frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Sum frá líður veksur vindurin upp í strúk, 13 m/s, samdrigið og regn. Hitin 5 til 8 stig.

Mikudagin:

Frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn. Um kvøldið lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s. Hitin 7 til 10 stig.

Hósdagin:

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og regn. Seinnapartin lækkar hann niður í sunnan. Um náttina lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 6 til 9 stig.

Fríggjadagin:

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað við sólglottum og bert okkurt ælið. Um kvøldið lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 6 til 9 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið