Lýsing
Lýsing
Lýsing

MAP vinnur arkitektakapping um nýggjan Ítróttarháskúla í Suðuroy

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  12.04.2026 - 10:00 Myndarøð Tíðindaskriv

Eitt stórt fet er nú tikið móti einum nýggjum Ítróttarháskúla í Suðuroy. MAP Arkitektar vann arkitektakappingina um at tekna framtíðar skúlan, sum skal gerast ein týðandi miðdepil fyri ítrótt og útbúgving í Føroyum. Hetta var kunngjørt á hátíðarløtu í Vági fríggjadagin seinnapartin.

 

 

Hetta er enn ein stór viðurkenning til teknistovuna, sum áður hevur vunnið 1. virðisløn í kappingunum um millum annað bæði Tjóðpallin og Stórutjørn.

– Vit eru ovurfegin um at vinna hesa kappingina, sigur Heidi Poulsen arkitektur. 
– Fólkini handan verkætlanina eru eldsálir, sum brenna fyri at skapa eina serstaka og mennandi skúlauppliving fyri okkara ungu. Tað gleða vit okkum veruliga til at vera ein partur av.

1. virðisløn er úrslit av drúgvum arbeiði, har nógv orka er løgd í uppskotið sigur Rúni Abrahamsen arkitektur.
– Vit geva okkara hjartablóð í hesum arbeiði, og tí er tað gleðiligt, at hendan verkætlanin tykist at gerast veruleiki og ikki endar við at fáa somu lagnu sum Tjóðpallurin.

Á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy er viljin stórur, og arbeiðið fer væntandi í gongd beinanvegin. Málið er greitt: at gera vinnandi uppskotið hjá MAP til veruleika innan fá ár.

Kappingin var ein innboðin arkitektakapping, millum nakrar av fremstu teknistovunum. Luttakarnir vóru umframt MAP Arkitetkar,  Henning Larsen, NA og Brim Arkitektar

Lýsing
Seinastu tíðindini
Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið
MAP vinnur arkitektakapping um nýggjan Í…
KÍ-toppskjúttin spælir ikki aftur hetta…
Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ fekk gongd…
Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið…
Fíggjarmála­ráð­har­rin: - Samgonguskjalið…
Hanus forkunnuga vitjan
Uttanríkis­ráð­har­rin: Sendistovur verða l…
Stríð um javnstøðu í Fólka­flokkinum
Almennar móttøkur fyri nýggja landsstýri…
Atgongumerkjasølan er byrjað
Havborgin TN 343 (FD 301)
Stjørnan - 5 A SIDE. Hvar øll kunnu verð…
Nýtt virksemi í bygningi­num hjá Thomas D…
Upptakt: KÍ-B68
Tann góða filmsumsóknin
Borðtennis: Nýggj kvinna í FM-finaluni
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
86 milliónir til limakrónur og stuðul
Klakksvík skal eita Einvegis