Lýsing
Lýsing
Lýsing
Beinir Johannesen, løgmaður handar setanarbrævið sum landsstýriskvinna í almanna- og bústaðarmálum til Margit Stórá | Mynd: Oliver Joensen

Leigustuðulin liggur fyrst fyri

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen, Myndir: Oliver Joensen  |  13.04.2026 - 18:30 Politikkur Tíðindi

Margit Stórá er nýggj landsstýriskvinna í almanna- og bústaðarmálum, og Norðlýsið bað hana seta orð á kensluna og hvørjar uppgávur liggja fremst á skránni, nú hon tekur sæti í Landsstýrinum.

 

– ”Kenslan er ordiliga góð. Eg gleði meg til at fara í gongd við hesa uppgávuna. Bústaðir vóru eitt av teimum heilt stóru málunum í valstríðnum, og tað er eisini eitt av teimum mest umráðandi málunum, haldi eg, í øllum samgonguskeiðinum. Vit mugu fáa gjørt nakað á bústaðarøkinum, og eg eri sera fegin um, at tað gjørdist eitt av mínum málsøkjum”, sigur Margit Stórá. Spurd um raðfestingarnar sigur hon:

– ”Vit fara helst at byrja við uppskotinum um leigustuðul, og annars skulu vit hava fyri eyga, at vit vilja hava, at ung velja Føroyar, og til tað krevst, at loysnir fáast á bústaðarøkinum. Har er nógv at taka fatt í, men vit byrja sum sagt við leigustuðlinum. Leikluturin hjá almenna bústaðarfelagnum, Bústaðir, skal presiserast, so tey greitt vita, hvørjar bólkar tey skulu byggja til, og tað skulu vit fáa gjørt púra greitt rættiliga skjótt”, sigur hon, og leggur afturat:

– ”Eisini havi eg arbeiðsmarknaðarmál, sum tað stendur nógv gott í samgonguskjalinum, og javnstøðumál, og har fari eg veruliga í arbeiðshandskarnar”.

Margit Stórá er saman við Bárði á Lakjuni fuglfirðingur, og veit hon ikki um fordømi um, at tað er hent fyrr, at tvey úr Fuglafirði hava verið landsstýrisfólk samstundis áður.  

 

Margit Stórá og Bárður á Lakjuni eru bæði úr Fuglafirði

Lýsing
Seinastu tíðindini
Team Klaksvík hevði hugnaløtu
Leigustuðulin liggur fyrst fyri
Nógvar endur­skoða­nir í væntu innan útbúg…
Steffan Klein Poulsen nýggjur formaður í…
Visit Faroe Islands kann taka tað róligt
Lágt-hangandi fruktir­nar fyrst
Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldu…
Týdningu­rin av fakfeløgum viðurkendur
RSP taka yvir Tórsfest 2026
Mjølnir slapp við hvøkkinum og vann 3-2…
Breið undirtøka fyri evstu embætunum og…
Sýning av heimildarfilmi­num BIRITU og ve…
Veðrið til á middegi í morgin
Fyrsti tingfundur hesa valsetuna
Hvørja vinnuliga framtíð ynskja vit í No…
Skulu hava tamarhald á dystinum
Formansrøðan hjá Sirið Stenberg á flokst…
MEST: - Fasttrack skipanin hevur stórt v…
Tjóðarbygging arbeiðarans
Veðrið í vikuni