Lágt-hangandi fruktirnar fyrst
Norðlýsið spurdi Eyðdis Hartmann Niclasen, nýútnevnda landsstýriskvinnu í heilsumálum, um hvussu kenslan var, nú hon tekur við landsstýrissessi, og eisini um, hvussu tað fer at merkjast, at júst hon tekur hendan postin á seg. Og so sjálvsagt um tey trý sjúkrahúsini
– ”Kenslan er góð og eitt sindur yvirveldandi; málsøkið fevnir um nógv stór mál, ið eru heilsumál, orkumál og umhvørvismál. Men eg tími ordiliga væl at arbeiða, og eg vóni at sleppa í gongd so skjótt sum gjørligt, helst beinanvegin. Men ætlanin er at taka tær lágt hangandi fruktirnar fyrst, t.e. tey málini, ið longu liggja úti í ráðinum, har eg fari at hyggja at, hvussu langt tey eru komin, og at, um nakað eigur at verða broytt. ”Kunnu málini avgreiðast skjótt, so skulu tey eisini verða avgreidd skjótt”, sigur Eyðdis.
Eftirsum talan er um landsstýrisfólkið í heilsumálum er tað neyðugt fyri Norðlýsið at spyrja um tey 3 sjúkrahúsini. Eyðdis svarar heldur varisliga:
– ”Eg fái tíverri ikki svarað upp á tað enn, men tað er nakað, vit skulu hyggja at. Vit skulu hyggja at, hvør ger hvat, um administratiónin er vaksin í meira lagi, sum vit hava hoyrt, og um onkrar funktiónir eru, ið kunnu verða gagnnýttar betur. Men fyrst og fremst skal eg seta meg inn í tingini, og tað gleði eg meg til”, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen at enda.