Hjartasuff um KvF og um til tíðir at gjalda 70%
Ein av teimum, ið var til móttøkuna hjá nýútnevnda fiskimálaráðharranum, Bárði á Steig Nielsen (B), var Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelagi. Norðlýsið spurdi hann, hvørjar vónir og hvørjar væntanir hann og Fiskimannafelagið hava til nýggja fiskimálaráðharran.
– ”Eg vóni, at vit og skil kemur at ráða, tí vit hava eitt sovorðið gjald, ið verður rópt tilfeingisgjald, og tað ger, at okkara menn í ávísum førum rinda skattir og avgjøld, sum til tíðir eru 70%. Eg hopi, at tað verður gjørt nakað við tað. Eisini hopi eg, at fiskidagarnir verða øktir í mun til hýsu, tosk og upsa, og at vit hava trygg kor á sjónum. Tá ið tað verður lóggivið, eigur trygdin at vera í hásæti, og tað vóni eg, at hon verður framyvir. Tá ein maður er farin, so er hann farin, og tað eigur at verða bundið fyri upp á allar mátar”, sigur Fiskimannafelagsformaðurin. Spurdur um útisiglarar svarar hann:
– ”Teir eru ikki beinleiðis okkara borð, men vit stuðla sjálvandi útisiglarum tað, sum vit kunnu”. Síðani kemur hann við einum hjartasuffi yvir Kringvarpið:
– ”Eg vildi eisini gjarna, at vit sluppu at gjørt viðmerkingar í Kringvarpi Føroya onkuntíð og ikki vórðu hildnir uttanfyri, tá ið ymisk hugskot koma um tilfeingisgjøld. Ein stórur partur av tí byggir á skeivar útrokningar, og vit vilja gjarna kunna vísa á alment, hvat er rætt og hvat er skeivt”, sigur Jan Højgaard at enda.