Lýsing
Lýsing
Lýsing

Birita Adela fekk FUR-heiðursløn 2026

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.04.2026 - 22:45 Mentan Myndarøð Tíðindi

Á tiltaki í Smæruni herfyri handaði Føroya Ungdómsráð Biritu Adelu Davidsen FUR-heiðursløn 2026, fyri arbeiðið við Operettunum í Klaksvík. Heiðurslønin hjá Føroya Ungdómsráði verður givin persóni, sum hevur gjørt eitt munagott arbeiði fyri ung, eitt nú innan mentan, ítrótt og frítíðarvirksemi

 

Birita Adela Davidsen er útbúgvin klassiskur sangari og hevur fingist nógv við sang, sjónleik og leikstjórn. Umvegis Opera.fo hevur hon skrivað og leikstjórnað fleiri tónleikasjónleikir, bæði fyri børn og vaksin. 

Við tí fyri eyga at skapa størri áhuga fyri klassiskum tónleikasjónleiki millum børn og ung í Føroyum, stovnaði Birita Adela í 2024 leikbólkin “Operetturnar”. Í knapt trý ár hava gentur í aldrinum 9 – 12 ár luttikið í fleiri ymiskum leikverkum, m.a. “Hevur tú sæð Carmen?”, sum varð framført bæði á Tjóðpalli Føroya og í Varpinum, “Operaperlur”, og “Gandafloytan” - sum verður enduruppsett í Norðurlandahúsinum komandi vikuskifti.    

 

Í grundgevingini frá dómsnevndini stóð:

 

Heiðurslønin hjá Føroya Ungdómsráði fer til eina eldsál, sum við hjarta, nærlagni og ótroyttiligum arbeiði hevur gjørt ein stóran mun fyri ung.

Hon hevur við sangi og leiki givið ungum gentum dirvi til at trúgva uppá seg sjálvar, ment teirra styrkir, og lært tær virðing, ábyrgd og samstarv.

Við sínum blíða lyndi og jaliga hugburði hevur hon skapt eitt umhvørvi har tær trívast og vaksa.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald
Búnaðargrunnu­rin hevði í 2025 eitt sítt…
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undir…
Alivinnan er ikki ein klassisk tilfeingi…
FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár