Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bakkafrost: Virðisflutningurin úr útjaðaranum

SKRIVAÐ: Hjalmar Zachariassen  |  14.04.2026 - 17:22 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Í forleingilsi av seinastu greinini, eg skrivaði um Bakkafrost, har stjórin tók sær tíð úr kalendaranum at eksplisitt útpeika ein bólk av fólkum til ikki at fáa lut í stóru successini, sum alingin lokaløkinum hevur unt hansara fyritøku. Tað vardi meg ikki, at tað skuldi koma so nógv respons allastaðni frá um hetta evnið. Felagsnevnarin er: takk fyri, at tú setur orð á tað, og gott, at tú torir at mótsiga ójavnvágini. Hetta fekk meg at hugsa um, at grundleggjandi er tað hvørki Bakkafrost ella stjórin, sum er trupulleikin.

 

Teirra rationali er at skapa vinning; tey halda seg til lógina og svara hvørjum sítt. Trupulleikin er, hvussu vit hava skapt lógir og karmar rundan um alivinnuna – í stóran mun tað, sum okkara politikarar og almenna hava gjørt seinastu nógvu árini. Úrslitið er, at vit hava ein ekstreman ójavnvág í praktiska valdsbýtinum millum kommunur og Bakkafrost (alifyritøka).

Mátin, Bakkafrost hevur valt at arbeiða uppá, hevur víst eina serliga avbjóðing fyri lokalsamfelagið. Her er stóri arbeiðsgevarin, og vit øll bukka – høg og lág. Tú veitst, hvør hann er, tí hann nokk skoytir tað uppí hvønn setning, hvussu nógv hann rindar í skatt, og hvussu nógv fólk arbeiða hjá honum. Men lat okkum hyggja nærri at hesum. Eg vil gjarna vísa á, at tað er ógvusliga stórur munur á javnvágini í forholdinum hjá Bakkafrost mótvegis kommununi.

 

Politisk vald og ávirkan

Politikkur er vald, og vald er soleiðis, at ein organiseraður minniluti hevur altíð ræði yvir óorganiseraðu fjøldini. Legg tað í geyma.

 

Hvannasund vs. Bakkafrost

Lat okkum taka tað aktuella dømið og gera eitt vegleiðandi forhold. Eg fari at kalla tað “Lokal restvirði”.

Lokal restvirði er virðið eftir í kommununi, býtt við samlaða framleidda virðinum í kommununi.

 

 

Tølini

Árligt framleiðsluvirði av óvirkaðum laksi: 1200 milliónir

Árliga eftir í kommununi (P/F-skattur, lønarskattur o.s.fr.): 4 milliónir

 

Samanlagt er lokal restprocentvirið 0,33% eftir í Hvannasunds kommunu, tískil verða 99,66% virðisflutt úr kommununi.

G.G. Tølini eru mett soleiðis: aliringar norðan og sunnanfyri bygdina eru á leið 45, hvør hýsir eini 450 tonsum av vekt, so samanlagt eini 20.000 tons av laksi. Við verandi laksaprísi á 60 kr er hetta eitt virði upp á 1,2 mia. kr. Sett verður út av nýggjum hvørt ár.

Hetta er ikki bara ójavnvágur – hetta er eitt ekstremt skeivt geografiskt býti av virði. Fyri at skilja hetta mugu vit hyggja eftir muninum millum Hvannasunds kommunu og Bakkafrost – hvørji endamál, veikleikar og styrkir tey hava.

 

 

Tað er einki at taka seg aftur í, at tað er náttúrligt hjá Bakkafrost at aggressivt optimera fyritøkuna, so at virðini liggja so samlað sum gjørligt. Hjá stórum fyritøkum kunnu lítlar optimeringar merkja stór tøl á botnlinjuni. Tað er ikki bara virðir, sum verða flutt – tí t.d. við at optimera í fyrimun til heimstaðarkommununa fær Bakkafrost nú meira forhandlingsstyrki í mun til hina kommununa, t.d. um man nú vil hava meira kajøki ella annað.

 

Hvørji átøk kunnu vit arbeiða við?

Í altjóða høpi verða átøk gjørd fyri at bøta um javnvágina millum lond. Millum annað OECD BEPS (Base Erosion and Profit Shifting). Vit kunnu brúka hesi prinsipp innanlands, tí at grundleggjandi er endamálið tað sama:

 

At forða fyri burturmáan av skattagrundarlagnum hjá einari kommunu (base erosion)

At forða fyri flyting av yvirskoti frá einari kommunu til aðra (profit shifting)

 

Bakkafrost er í hesum sambandi hyperoptimerað til at gera júst tað, sum teimum lystir, umvegis internar roknskapir, vitan og førleikar. Her brúkar tey (OECD) BEPS-konseptir sum: transfer pricing, royalties og intra-company loans. Bakkafrost skulu einans taka hædd fyri einari relativt veikari lóggávu – sindur sum at sparka bólt uttan offside og gula/reyða kort.

 

Umhvørvisdálking

Til seinast vil eg heita á myndugleikarnar um at endurskoða lóggávuna um umhvørvisdálking. Tað eru alt ov nógv dømi um líkasælu og óhapp. Okkara veldigu, frugtagóðu fjøðir, víkir og sund mugu leggjast aftur í góðum standi, so okkara børn og ættarliðini eftir tey eisini kunnu nýta hetta veldiga tilfeingi. Men hetta krevur at vera viðgjørt í egnari grein.

 

Hjalmar Zachariassen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Terji Mørk skrivað undir við Stjørnuna
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Bakkafrost: Virðisflutningu­rin úr útjaða…
SEV skal ongantíð privatiserast
Silvarenning 2026
Tjóðleik­húsið lagt á ís
Veðrið í dag
Aftursvar til Karl
Fara beinanvegin at lækka oljuprísirnar
Myndarøð: Lands­stýrið tilnevnt í Tingane…
Team Klaksvík hevði hugnaløtu
Leigustuðulin liggur fyrst fyri
Nógvar endur­skoða­nir í væntu innan útbúg…
Steffan Klein Poulsen nýggjur formaður í…
Visit Faroe Islands kann taka tað róligt
Lágt-hangandi fruktir­nar fyrst
Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldu…
Týdningu­rin av fakfeløgum viðurkendur
RSP taka yvir Tórsfest 2026
Mjølnir slapp við hvøkkinum og vann 3-2…