Veðrið í dag
Hesa vikuna og í næstu viku er ein praktikkantur frá valskúlanum hjá Skúlatrøð á Veðurstovu Føroya. Hann eitur Símun Háberg, er 16 ára gamalur og úr Klaksvík.
Hann fer at leggja forsøgn fyri veðrið í Klaksvík á heimasíðuna hjá Norðlýsinum – eina hvønn gerandisdag í tvær vikur. Tann fyrsta var í gjár.
Forsøgn galdandi til á middegi í morgin, skrivað klokkan 11.20:
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Seinnapartin lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað ella skýggjað og kanska okkurt ælið, í kvøld smáskýggjað ella hálvskýggjað og turt. Í nátt frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið ella skýggjað og turt, fyrrapartin í morgin samdrigið og regn. Hitin 6 til 8 stig.