Lýsing
Lýsing
Lýsing

Aftursvar til Karl

SKRIVAÐ: Einar Waag  |  14.04.2026 - 08:11 Lesarabrøv Vinna

Ja, Klaksvíkar Kommuna eigur eitt stórt øki í mark við matr. hjá Föroya Bjór. Borgmeistarin gloymir tó, at av hesum skal Föroya Bjór hava eitt øki uppá 6-900 m2 staðsett til ognar fyri brekkuna frá Klaksvíksvegnum

 


Frágreiðingin er henda:
Fyri at fáa samband við niðaru hædd, noyddist Föroya Bjór at keypa grundøki, gerða stuðlagarðar og fylla upp so koyrandi var har. Hetta kostaði milliónir.


Til seinastu útbygging hjá Föroya Bjór væntaði eitt minni øki sum vit so fingu til ognar móti at Klaksvíkar Kommuna fekk brekkuna matrikulerað til sín.
Afturfyri hetta inntriv skuldi Föroya Bjór fáa eitt øki uppá 6-900 m2 til ognar inn móti pumpuhúsinum, har sum eitt parkeringshús einaferð skal gerast. 


Hetta er ongantíð staðsett, men KK bjóðaði okkum ein leigusáttmála uppá lendi, MEN hesin sáttmálin kundi uppsigast við 6 mánaðar freist. Sjálvandi máttu vit avvísa hetta.


Nógvir góðir fundir hava verið í hesum máli, men aftaná er úrslitið hvørja ferð eitt heilt annað enn vit hava avtalað. Tað nýggjasta sum vit so síggja á fundarskránni hjá KK hósdagin er at leigusáttmáli er broytt til ein "brúksrætt" til lendið sum vit eftir avtalu partvís eiga."Brúksrætturin" er galdandi til Klaksvíkar Kommuna hevur aðrar ætlanir, møguliga í morgin. 

Skiljið tann sum skilja  vil.

Föroya Bjór
Einar Waag

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum