Amanda Hansen 100 ár
Móttøka verður fyri Amandu 100 ára føðingardagin frá kl. 1700 til 1900 í Smæruni, Kjalarvegur 48, 700 Klaksvík.
Hon var gift við Karl Hansen, snikkarameistara, ið andaðist í 1993. Hon vaks upp á Vágheygum og er dóttur Trinu úr Glasstovuni í Árnafirði og Jákup F. Mikkelsen úr Heimistovu á Uppsølum. Amanda og Karl fingu 4 synir: Jákup, sum býr í Havn, Jens sum býr í Tjørnuvík, Rana og Finn, sum báðir búgva í Klaksvík.
Amanda er tann 8’anda av 11 systkjum, men nú er bert Amanda eftir á lívi. Amanda er rættuliga minnisveik og hevur ilt við at tosa.
Mestan partin av lívi sínum búði hon í Bøgøtu 50, men seinni árini hevur hon búð á Norðoya Ellis- og vistarheim (gomlu húsini hjá Evald Kjølbro á Garðarvegi)
Móttøka verður fyri Amandu 100 ára føðingardagin frá kl. 1700 til 1900 í Smæruni, Kjalarvegur 48, 700 Klaksvík.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Synirnir við húski.