Lýsing
Lýsing
Lýsing

8.019.600.000.000 kr

SKRIVAÐ: Klæmint Klakk  |  22.06.2026 - 07:30 Tíðindi Vinna

Elon Musk er fyrsti dollara billióningurin í heiminum.

Mangan hevur Elon Musk skrivað søgu, eitt nú við nýskapan innan gjaldsloysnir, elbilar, heilakipp og rúmdarfør. Fyri stuttum skrivaði hann aftur søgu, hesuferð sum fyrsti persónur nakrantíð, ið eigur eina ogn upp á meira enn eina billión dollarar.

Av tí at næstan alt øll ognin er grundað á partabrøv, sveiggjar samlaða virðið nógv frá degi til dags, men fleiri miðlar meta, at Musk eigur virðið fyri umleið 1.23 billiónir dollarar, svarandi til yvir 8.000 milliardir krónur. Skal man samanbera tað við nakað, kunnu vit taka føroysku bruttotjóðarúrtøkan í 2024. Hon var slakar 28 milliardir krónur. 

Størsta virðið kemur fyrst og fremst av, at rúmdarfelagið SpaceX⁠ fór á børsina herfyri. Í sambandi við søluna av partabrøvum, varð felagið mett at vera nærum tvær billiónir dollarar vert. Musk eigur umleið 38% av partabrøvunum í SpaceX.

Musk hevði sambært Forbes eina ogn upp á umleið tvær milliardir dollarar í 2012. 14 ár seinni er hann vorðin fyrsti dollara-billióningur í søguni. Talið er so stórt, at tað næstan líkist einum roknifeili, har kommað er sett skeivt.

Hóast Musk í dag er nógv ríkari enn nakar annar persónur í søguni, er ein stórur partur av virðinum grundaður á væntanir til framtíðina. Serliga SpaceX verður mett at hava ein lyklaleiklut innan bæði rúmdarferðir, fylgisveinasamskifti og møguligar framtíðar ferðir til Mars.

Musk hevur tó ikki bara fingið rós. Gjøgnum árini hevur hann javnan verið fyri atfinningum fyri sín leiðslustíl, sínar útsagnir á sosialum miðlum og sín vaksandi leiklut í politikki. Kortini hava íleggjarar ferð eftir ferð víst, at teir hava álit á hansara evnum at skapa nýggjar fyritøkur og marknaðir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig