Valsvik staðfest í Runavík
Nú hevur Eystari landsrættur staðfest tað, sum eg sum landsstýrismaður reageraði uppá 21. november 2025, tá eg lýsti umval at vera í Runavíkar kommunu tann 13. januar 2026.
Valsvik er farið fram til kommunuvalið í Runavíkar Kommunu.
Hetta er sera álvarsamt. At gera seg inná skipanina, sum tryggjar okkum øllum eina atkvøðu at velja hvør skal umsita politiska valdið, er millum størstu inntriv, ið kunnu gerast, og kann og má ONGANTÍÐ góðtakast.
Um rætt fór fram, var umvalið longu hildið tá, fyri at tryggja álitið á okkara fólkaræðiligu skipanir.
Men útvaldir býráðslimir, við borgarstjóranum og varaborgarstjóranum á odda, gjørdu alt fyri at steðga hesum við tómum grundgevingum um vantandi rættartrygd og valdsmisnýtslu, og fóru so langt sum at stevna landsstýrið, bert fyri at varðveita teirra politiska vald. Atlitið til eitt óskalað fólkaræði vigaði minni í hesum sambandi.
Tað má vera sagt, at virkandi borgarstjórin í Runavíkar Kommunu hevur verið alt annað enn síni uppgávu vaksin í hesum máli. Tvørturímóti hava hansara almennu útsagnir tíverri markað til tað barnsliga.
Nú, eftir at býráðið er sloppið at sita í eitt hálvt ár afturat, hevur rættarskipanin staðfest, at talan var um valsvik. Tí hevði tað einasta rætta verið, at borgarstjórin í Runarvíkar kommunu umgangandi trekti stevningina aftur, og gav kommununi boð um at fyrireika umvalið, sum skuldi verið hildið í januar.
Ger hann ikki tað, má Føroya Rættur avgreiða málið sum skjótast, soleiðis at álitið á okkara fólkaræði ikki fær størri skaða, enn tað longu hevur fingið av hesum.
Bjarni Kárason Petersen
Løgtingslimur