Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringvarpinum, tá sjálvt týðing teirra broytir tað, ið verður sagt- beint fyri eygum okkara?

SKRIVAÐ: Jenis av Rana  |  19.06.2026 - 23:45 Politikkur Tíðindaskriv

...her vísi eg til sjónvarpstíðindini í kvøld 19. juni. Har frættu vit um álopið hjá Hizbollah á Ísrael og svar Ísraels uppá hetta sama. Sjálvandi bleiv alt, sum vanligt, vent á høvdið av kringvarpinum, har er tað jú altíð Ísrael, sum byrjar, og terrorfelgsskapurin Hizbollah og Iran (landið sum í hópatali drepur egnar ósekar borgarar), sum onki hava at gera í Libanon, eru ósek.

 

MEN! meðan saudi-arabiski journalisturin MALAK HARB greiðir frá, at «ísraelsk álop hava dripið minst 16 fólk, and the Israeli army announces, that four of their soldiers HAVE BEEN KILLED in southern Libanon», so verður hetta av Kvf. týtt til, at: «ísraelsk álop hava dripið minst 16 fólk, og sambart ísraelska herinum eru FÝRA ÍSRAELSKIR HERMENN DEYÐIR í suður Libanon.

 

Tvs.,at ísraelskir hermenn drepa fólk, meðan ísraelskir hermenn, sum verða dripnir (have been killed), «eru deyðir»- ikki dripnir?

 

Hví fremur kringvarp okkara aftur og aftur og aftur slík listinlærd álop á Ísrael? Veit stovnurin ikki, at hetta er beinleiðis vandamikið og lættliga kann øsa upp jødahatur. Er hetta ikki tað nærmasta, tú kann koma at øsa upp antisemitismu?

 

Og so verður tað gjørt fyri tvangskravt kringvarpsgjald!

 

HVÍ???

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ