Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribarhúsi
Tey sístu árini hava teir baðar regluliga spælt konsertir kring Føroyar, samstundis at tey eru sera virkin í Sveis, meðan Monika vitjur her.
Týsdagin 23. juni klokkan 20.00 verður konsert í Leirvíkar Bátasavni við violinleikaranum Moniku Stauss Joensen og klaverleikaranum Andrea Stauss Hofmann. Tónleikararnir eru systrar og upprunaliga úr Sveis.
Monika og Andrea byrjaðu at spæla uppá violin og klaver sjey og átta ára gamlar. Longu fýra ár seinni bergtóku tær á “Yecklin competition” í kamarmusikki í Zúrich.
Tær báðar spæla í ár tvær allmenna konsertir í Føroyum. Tann fyrra spæla teir í Leirvíkar Bátasavn, týsdag 23.juni kl 20. Hon er partur av konsertrøðini Summartónum, sum felagið Føroysk Tónarskald aftur í ár skipar fyri við konsertum kring alt landið
Hin verður í Riberhúsinum Fuglafjørð, hósdagin 25. juni klokkan 20. Meðan teir framføra undirhaldandi, hugnaligar of samstundis virtuosa tónir, vísa tey á stórskugganum barnamyndir úr Sveis, sum papa teirra hevur tikið.
Øll eru hjartaliga vælkomin.