Lýsing
Lýsing
Lýsing

Útivikan 2026

SKRIVAÐ: hvannasund.fo  |  22.06.2026 - 10:34 Mentan Tíðindi

Vit fegnast um aftur í ár at kunna bjóða til eina spennandi og hendingarríka útiviku. Útivikan verður frá mánadegnum 22. juni til fríggjadagin 26. juni. Øll eru vælkomin til tiltøkini og tit kunnu síggja skránna her. Broytingar kunnu koma fyri, og vit kunna um hetta inni á facebookbólkinum "Vit í tronganum".



Mánadagur 22. juni 

Kl. 17 fiskitúrur. Vit møtast við skúrarnar í Hvannasundi, har vit fara umborð á bátar. Vit stima út eftir sundinum, fiska eina løtu, eisini fara vit at vita, um vit síggja onkran kóp, og síðan stima vit inn aftur saman. Komin aftur á kaiina verður møguleiki at kryvja fiskin og ein drekkamunnur verður eisini at fáa. 

Øll børn skulu vera í bjargingarvesti, hava tráðu við, um tey ætla sær at fiska og skulu koma saman við onkrum vaksnum.  

Kl. 19:00 verður møguleiki hjá børnum, at rógva við Norðingi. Kristmund skipar fyri.
 

Týsdagur 23 juni  

Kl. 17:00 verður kondibingu til frama fyri NHR. Til ber at keypa bingoplátur í neystinum frá kl. 17-19. Bingopláturnar kosta kr. 20,- stk - 5 plátur eru í hvørjum arki. Rutan verður gjøgnum Norðdepil, yvir um byrgingina og eftir fjøruvegnum út til Kirkjuhúsið. Í Kirkjuhúsinum verður kaffi- og kakusøla frá kl. 17:30. 
Tað verður bert tikið ímóti reiðum peningi. 

Kl. 18:30 er fótbóltskapping fyri børn undir og í skúlaaldri - spælt verður á vøllinum í Hvannasundi. Jósef og Henning skipa fyri. 
 

Mikudagur 24. juni 
 
Kl. 17:00-20:00 hoppiborgir, pysluvognur og candyfloss verður á Sandoyrarbug. Kaffi og te verður eisini at fáa. 
Kl. 18:30 HAVA VIT EITT YVIRRASKILSI Á SANDOYRABUG :) 

 

Hósdagur 25. juni  

Kl. 16:00-18:00 vatnrussjibani á bønum hjá Óla og Joan í Hvannasundi. Børnini kunnu vera í svimjiklæðum ella vatdrakt. Gott hugskot er at hava handklæði og skiftiklæðir við.  

Kl. 17:00 heitt kakao verður at fáa.  

Kl. 20:00 verður dyppitreff við NHR neystið. Veronika leggur lag á.

 
Fríggjadagur 26. juni 

Kl. 17:00 verður gummibátatreff innanfyri flotlínuna í Hvannasundi 

Kl. 19:30 verður sangløta úti á Støð. Eins og vit plaga, eru fólk vælkomin at hava egna termokannu, koppar o.s.fr. við til ein góðan drekkamunn.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…