Lýsing
Lýsing
Lýsing
Halla Tómasdóttir og maður hennara Bjørn Skúlason. Hon varð vald til forseta Íslands í 2024 og tók við embætinum 1. august 2024. Hon er útbúgvin innan vinnu og leiðslu og hevur starvast bæði í Íslandi og uttanlands. | Mynd: lms.fo

Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar seinnapartin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.06.2026 - 11:14 Mentan Politikkur Tíðindi Vinna

Seinnapartin í dag verður Klaksvík miðdepil fyri almennu vitjanini hjá íslendska forsetanum, tá ið forsetahjúnini úr Íslandi leggja leiðina norður um fjørð. Vitjanin er partur av almennu vitjanini í Føroyum, sum varir frá 22. til 24. juni.

 

Klaksvíkarvitjanin byrjar klokkan 14.00, tá ið gestirnir koma til Klaksvíkar kommunu. Síðani verður farið til íslendskt–føroyskt vinnutiltak í Varpinum, har dentur verður lagdur á samstarv, vinnuligar møguleikar og sambandið millum Føroyar og Ísland.

Á skránni er eisini ein mentanarligur partur. Forsetahjúnini fara at vitja hjá listamanninum Edward Fuglø, har føroysk samtíðarlist verður sýnd.

Síðani verður farið í kappróðrarneystið, har føroyski kappróðurin og sterka lokala felagsskapsmentanin verður víst fram, áðrenn leiðin gongur til Rótina, sum hevur ein serligan leiklut í føroyskari mat- og siðaarvsmentan.

Dagurin í Klaksvík endar klokkan 19.00, tá ið Klaksvíkar kommuna er vertur fyri døgurða í Rótini.

Vitjanin verður mett at vera eitt týdningarmikið høvi at styrkja bondini millum Føroyar og Ísland – bæði politiskt, mentanarliga og vinnuliga.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…