Fara beinanvegin at lækka oljuprísirnar
Aksel Vilhelmsson Johannesen er nýtilnevndur fíggjarmálaráðharri, og Norðlýsið spurdi hann um, hvussu hann sá uppá uppgávuna, og hvat tað verður, sum hann fyrst fer í holt við.
– ”Hetta verður ein spennandi uppgáva, ið er nakað øðrvísi frá løgmanspostinum, men eg havi verið fíggjarmálaráðharri áður og sitið í Fíggjarnevndini í tvey valskeið, so tað er ikki heilt ókent. Eg veit, at har verður sera nógv at gera, tí nógv í samgonguskjalinum snýr seg um fíggjarmál, og tað fyrsta, eg ætli at gera, er at geva føroyska brúkaranum ein lætta vegna høgu oljuprísirnar. Hetta verður gjørt fyrst, tí tað er átrokandi”, sigur Aksel, og heldur fram:
– ”Tað skal gerast við, at oljuavgjaldið verður lækkað nakað í eitt styttri tíðarskeið, kanska nakrar mánaðir, og tað havi eg longu biðið Fíggjarmálaráðið sett hol á, og tað vóni eg vit fáa avgreitt næstu vikuna. Tað er nakað meira komplicerað við oljutangum enn við bilum, men málið er, at avgjaldið skal lækkast fyri bæði. Tað skal vera galdandi fram til ólavsøku í minsta lagi, men vit skulu eisini ansa eftir pengum”, sigur hann. Tá tað kemur til fíggingina, er svarið greitt:
– ”Fólk gjalda hægri MVG, tá oljuprísurin er høgur, so landskassin hevur fingið inntøkur tann vegin, og ætlanin er at brúka nakrar av teimum pengunum til at lækka oljuavgjaldið”, sigur Aksel at enda.