Tiltøk í vikuni
Nógv er at fara til um dagarnar
Hósdagin 16. apríl
Kl 10 er kafé í Betesda
Fríggjadagin 17. apríl
Kl 22.30 er pub quiz í Roykstovuni
Leygardagin 18. apríl
Kl 20 er konsert við Jógvani Joensen í testovuni Marin Malenu. Matur og drekka kann keypast frá kl 19. Atgongumerki kunnu keypast á bsg.fo. Avmarkað pláss
Kl 21 er kafé quiz í kafé Fríðu
Mánadagin 20. apríl
Kl 16.30 verður verkstova á Klaksvíkar Bókasavni, um at súrga mjólk. Tjóðhild Patursson greiðir frá, og luttakararnir fáa ein startara heim við.
Týsdagin 21. apríl
Kl 16.30 er søguløta á Klaksvíkar bókasavni. Hjálmar Dam kemur at fortelja um Klintrimús og hini djórini í Valbakkaskóginum.
Mikudagin 22. apríl
Kl 19.30 verður franskt kvøld í Betesda, í samband við at eitt trúboðarapar kemur at vitja. Hetta verður ein øðrvísi, løtt og upplýsandi løta