Lýsing
Lýsing
Lyon Hansen á Country Festivalinum
Gøtumaðurin Lyon Hansen kemur at spæla á Country Festivalinum 2026. Tónleikur hansara sveimar í millum inniligan fólkatónleik, harðan elektriskan blues og væl svingandi country rytmur.
Atgongumerki fáast til sølu á www.country.fo
Í fjør kom nýggj útgáva 'Skull-sized Kingdom' út, og av hesi útgávu hava fleiri løg verið at hoyrt í miðlunum. Sangir sum ‘Summar Nætur’, ‘Leið 400’ og ‘Kom Heim við mær’ vera heilt sikkurt at hoyra, tá hann saman við bólki sínum, stígur á pall í Sørvági
Við sær á pall hevur hann:
- Meistaran á fílabeinstangentunum, Kristian Pauli Ellefsen
- Trummuskins kommandørin, Hjørtur Pætursson Háberg
- Bass keisaran, Karl Andrias Stórá
"Country Festivalurin - Har Country hittini, hittast"
Seinastu tíðindini