Jógvan framførir í Testovuni hjá Marin Malenu
Leygarkvøldið tann 18. apríl kl. 20 fer Jógvan á pall í Testovuni, Marin Malena í Klaksvík við eini serstakari konsert, har hann bjóðar áhoyrarunum inn í sín tónlistarliga heim
Á skránni vera løg frá hansara útgávu "Tøgn", umframt løg frá EP'ini "Love That You Love". Har umframt fer hann at framføra nýggj løg, sum enn ikki eru útgivin. Á henda hátt, fáa áhoyrarar eitt serligt innlit í bæði tað, sum hevur verið og tað, sum er á veg.
Tónleikurin hjá Jógvani er eyðkendur av einum nærverandi og erligum úttrykki, har røddin er í miðdeplinum. Við íblástri úr føroyskum siðaarvi og einum persónligum, andaligum tónaheimi, skapar hann eina konsertuppliving, har bæði stilli og styrki fáa rúm.
Lítli køkurin í Testovuni hevur opið við brellbitum, góðum víni og forkunnugum the.
Dyrnar lata upp kl. 19, so tað er møguligt at finna sær pláss og at keypa sær okkurt gott at njóta, áðrenn konsertin byrjar.
Talan er um stovukonsert, har sitið verður við smærri borð, har pláss er fyri fýra fólkum. Umráðandi er tí at bíleggja saman, um tit ynskja at sita við sama borð.
Atgongumerki fáast á www.bsg.fo.
Leinkja til lagið Brotin: https://www.facebook.com/share/p/1GaDFjqwAq/