Lýsing
Lýsing
Lýsing

“Landsstýrið strammar upp á innflytingar-politikkinum”

SKRIVAÐ: Vinjard Johansen  |  15.04.2026 - 21:44 Politikkur Tíðindaskriv

Eg eri veruliga glaður fyri, at samgongan nú tekur stig til at gera nakað við hetta týdningarmikla málið. Tað hevur leingi verið tosa um tørvin á einari greiðari og fastari skipan, tá tað kemur til arbeiðsmegi, og tí er tað gott at síggja, at politiskur vilji nú er til staðar.

 

Trygd og skipan í samfelagnum eru grundleggjandi virðir, og tað er rímiligt at myndugleikarnir tryggja at tey, sum koma til Føroya at arbeiða eisini lúka ávís krøv. At seta krøv um revsiváttan og hava eina skipaða tilgongd til, hvør fær loyvi at arbeiða her, er rætta stigið á vegnum.

Somuleiðis haldi eg at tað er skilagott, at Føroyar ikki víðka um hvørjum londum arbeiðsmegi verður tikin frá. Við at halda fast við tey londini vit longu hava royndir við, kunnu vit tryggja eina meira skipaða menning, har bæði myndugleikar, og arbeiðsgevarar kenna karmarnar. At sjónareyga nú eisini verður sett á, at familjan ikki skal við tá fólk koma hendan vegin at arbeiða, er rímuligt, og sera gott at fáa steðga.

Tað sum Jacob Vestergaard nú arbeiðir við gevur eisini betri møguleikar at hava eftirlit, og tryggja at arbeiðsmegin fer fram á ein hátt, sum samsvarar við okkara samfelagsligu virði. Endamálið er at hava eina tilgongd við ábyrgd har ein í so stóran mun, sum til ber stýrir hvør kemur til landið at arbeiða.

Hetta snýr seg ikki um at útiloka fólk, men um at tryggja at hetta gongur fyri seg á ein skipaðan, og ábyrgdarfullan hátt. Føroyar tørvar arbeiðsmegi, men tað er líka týdningarmikið at hetta verður gjørt á ein hátt har okkara virðir mentan, og kristna siðalæran verða vard, og sett fremst í okkara samfelaga, sum samstunds skal tryggja trivnað hjá øllum føroyskum borgarum.

Tí eri eg fegin um, at samgongan nú vísir ábyrgd við at taka hetta málið í álvara, og setur bremsur á soleiðis, at okkara samfelag skal verjast ímóti mentanum sum ikki passa til okkara virðir.

Í samgongskjalinum stendur soleiðis. Vit skulu hava eina lóg um trúarsamfeløg, ið staðfestir, at føroysk lóggáva, mentan, fólkaræði, javnstøða og virði verða vird. Lógin skal eisini regulera útlendska fígging og banna útlendskari statsfígging.  

Saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum skal eitt yvirlit gerast yvir lond, haðani arbeiðsmegi kann innflytast frá. Arbeiðsgevarar skulu syrgja fyri, at fólk fara av landinum aftur, tá ið arbeiðsloyvi ganga út. 

Takk fyri Jakob Vestergaard.

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald
Búnaðargrunnu­rin hevði í 2025 eitt sítt…
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undir…
Alivinnan er ikki ein klassisk tilfeingi…
FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár