Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kvinnudagur og kvinnukórkonsert: Suð, Silvitni, Fljóðljóð – og Operetturnar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.03.2026 - 11:56 Mentan Tíðindi

Hóskvøldið 5. mars kl. 20:00 verður felagskonsert við trimum kvinnukórum í Varpinum: Suð, Silvitni og Fljóðljóð. Kórini syngja fyrst eina stutta sangskrá hvør sær á umleið 10 min., og eftir steðgin, har høvið verður at keypa kaffi og dessert, syngja kórini eina fjølbroytta sangskrá saman.

 

Keyp atgongumerki her. 

Suð er kór úr Klaksvík. Kórið syngur eitt bland av klassiskum og meir modernaðum tónleiki. Kórleiðari er Steinvør Fonn.

Silvitni er samansett við sangarum ymsastaðni frá. Tær leggja seg eftir at syngja tónleik ymsastaðni frá í heiminum. Silvitni hevur luttikið og vunnið fleiri kórkappingar her heima og uttanlands. Kórleiðari er Cinthia González Parada.

Fljóðljóð hevur við nýggjum kórleiðara lagt seg á ein meir rútmiskan bógv enn áður. Tær fara bæði at syngja føroyskar kendar sangir og okkurt útlendskt spennandi.
Kórleiðari er Ásbjørn Berthelsen.

Til konsertina í Varpinum, verður eisini eitt gesta-kór. Tað er barnakórið hjá Opera.fo, Operetturnar, sum fara at byrja konsertina við at framføra tvey løg. Eisini fara tær at syngja okkurt í felag við teimum trimum kórunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…