Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

KÍ vann fyrsta steypið

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  01.03.2026 - 12:52 Ítrottur Tíðindi

Uppá eitt hornaspark avgjørdi KÍ stórsteypadystin.

KÍ var betra liðið størsta partin av dystinum móti einum HB-liði, sum spældi nærum uttan álopsleikarar, sum ikki eru tøkir enn. KÍ spældi í eini 5-2-3 leikskipan og tað tóktist ov verjukent allan fyrra hálvleik, tá KÍ skapti lítið í spæli, tí tað vóru so sjáldan nógvir leikarar við í álopi, tá tríggir miðverjar umframt tveir miðvallarleikarar – ofta - vóru eftir langt afturi.

Fyrra part av seinna hálvleiki hevði KÍ sítt besta tíðarskeið og skoraði eisini eftir hornaspark, sum Árni Frederiksberg sendi innfyri til Jákup Biskopstø, sum umvegis Filip Brattbakk sambært dómaraseðlanum skoraði. KÍ hevði aðrar stórar málmøguleikar, men fekk ikki stongt dystin. Móti endanum royndi HB at leggja trýst á og onkur spent støða var.

Hjá KÍ var talan stórt sæð um sterkastu uppstilling, men Jákup N. Vilhelmsen fekk møguleikan í miðverjuni og hann tók av. Hjá KÍ hevði tað týdning, at liðið reisti seg eftir avrikið og úrslitið móti B36. Søgan sigur, at kappingarárini roynast betri, tá KÍ vinnur stórsteypadystin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…