Fólkaflokkurin hevur loysnirnar
Í mong ár hevur verið tosað upp í leypar um, hvussu trupult tað er hjá verkafólki at fáa tak yvir høvdið. Húsaprísirnir eru alt ov høgir og trupult er at fáa lán
Fólkaflokkurin hevur hesa tingsetuna víst á ítøkiligar loysnir.
Partur av eftirlønaruppsparing sum eginfígging
Øll, sum arbeiða, hava eina eftirlønaruppsparing. Nú er tvungna eftirlønaruppsparingin komin upp á 12%. Hetta merkir, at fyri eina miðalinntøku á 340.000 er árliga uppsparingin góðar 40.000 krónur. Eftir 10 árum á arbeiðsmarknaðinum er uppsparingin komin upp á 400.000 krónur og við rentum nakað hægri.
Við verandi skipan fara hesar 400.000 krónurnar í hendurnar á onkrum eftirlønarfelagi, sum plaserar hesa uppsparingina í ognir av ymsum slagi við trygd og vøkstri fyri eyga. Tryggasta staðið at ”goyma” pengar er at seta teir í kapitalgrunnar, sum tryggja uppspardan pening í fastogn og ikki minst bústaðarognum kring heimin.
Tí er tað til høgra beinið at geva honum/henni, sum eigur uppsparingina, møguleikan at goyma sína uppsparing í sínari egnu ogn heldur enn at goyma uppsparingina í ogn hjá onkrum fjarskotnum ókendum.
Pengarnir hvørva ikki
Onkur hevur sagt, at við hesum átakinum hvørvur uppsparingin. Men tað ger hon ikki. Hon verður plaserað í fastogn á sama hátt sum hon verður tað ídag. Munurin er, at nú verður uppsparingin plaserað í eins egnu fastogn heldur enn í fastognina hjá onkrum fjarskotnum ókendum. Uppsparingin er intakt og veksur í virði við føroyska sethúsamarknaðinum. So sigur onkur: hvat nú, um botnurin fer undan sethúsamarknaðinum? Ja, hvat so?? Íløgur í fastogn skulu ikki realiserast annanhvønn dag. Íløgur í fastogn vera standandi í ognini í óavmarkaða tíð. Botnurin fór undan føroyska sethúsamarknaðinum í 1992. Men hygg nú. Øll tey húsini, sum tá vóru seld fyri spotprís, hava methøgt virði ídag. Og soleiðis er tað altíð og allastaðni. Botnurin kann eisini fara undan teimum fastognum, sum íløgufeløg seta pening í kring heimin. Men fastognir hava tað við sær, at tær fóta sær altíð aftur – og mangan skjótt – til sama virði og hægri.
Hetta átakið saman við øðrum átøkum, sum Fólkaflokkurin eisini hevur ætlanir um, kemur at broyta bústaðarmarknaðin munandi, so tað aftur verður møguligt hjá verkafólki at seta føtur undir egið borð.
Bill Justinussen
Fólkaflokkurin