Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hávaksin er hon ikki, forkvinnan í Tjóðveldi, men hon hevur alt at siga í flokkinum. Hvørki lokalfeløgini hjá fráfarandi (t.v.) ella komandi (t.h.) fiskimálaráðharranum hava tikið orðið í sambandi við, at í dag skal atkvøðast um hennara uppskot um revstiltøk móti Russland. Tað er margháttligt, tí teir báðir skulu eitast fyri at vera teir, sum skulu umsita føroysku fiskivinnuna ávikavist nú og framyvir.

Eru Eysturoyar og Norðoya Tjóðveldisfeløg avtikin?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.11.2025 - 10:38 Leiðarin Politikkur Vinna

Lokalfeløgini hjá Tjóðveldi eru óvanliga – og óvæntað – kúrr um stórmálið, sum fer at hava alstóra ávirkan á Eysturoynni og Norðoyggjar. Atkvøðugreiðsla verður í Løgtinginum í dag, men hvørki av feløgunum fæst við málið, hóast Tjóðveldi eigur bæði uppskotssetaran Sirið Stenberg, og hóast núverandi fiskimálaráðharri kemur úr Eysturoynni og tann komandi úr Norðoyggjum.  

 

 

Í sendingini ”Stjórnin” á FM1 vóru teir hinvegin alt annað enn kúrrir um málið, og tað varð hildið at vera heilt margháttligt, at føroyska uttanríkisráðfrúgvin og forkvinnan í Tjóðveldi, møtir upp til fundar í Uttanlandsnevndini saman við Politiets Efterretningtjeneste, stytt PET, ið er danska fregnartænastan. Tórbjørn Jacobsen fór so langt sum at siga, at PET fungerar sum stuðulspedagogur hjá Sirið Stenberg í hennara ætlan um at forkoma føroyska fiskivinnusamstarvinum við Russland.

Jóannes Eidesgaard spurdi síðani, hvussu vit í Føroyum høvdu reagerað, um forteknini vóru øvug. Um vit brádliga fingu at vita, at onkur í Moskva hevði ein illgruna um, at JFK fremur undirgravandi virksemi í russiska partinum av Barentshavinum, og við støði í tí illgrunanum gjørdi av, at JFK var útihýst úr russiskum havnum og russiskum sjógvi? Høvdu vit góðtikið tað? Men verður hetta uppskotið samtykt, verða vit noydd til tað.

Tí vit mugu minnast til, at tey, ið taka undir við at sanktionera russar í hesum málinum, ikki gera tað grundað á fakta. Tey gera tað grundað á ein illgruna. Og tað kann skapa tað, ið nevnist precedens og reciprositet, ið merkir, at Føroyar sjálvar kunnu risikera at verða viðfarnar, sum vit viðfara onnur, nevniliga at prógv og fakta heldur ikki verða neyðugt, um onnur lond ynskja at seta sanktiónir í verk ímóti Føroyum.

 

Passiv lokalfeløg

Tingfundurin í dag er klokkan 13, og 2. viðgerð av tingmálinum um sanktiónir móti Russlandi er á skrá sum punkt nr. 3. Atkvøðugreiðsla verður aftaná, og verður tað samtykt, er orsøk til álvarsliga stúran hjá teimum, ið hava við fiskivinnu at gera í Eysturoynni og Norðoyggjum.

Synd er at siga, at nøkur politisk upptakt hevur verið. Hóast talan er um eitt stórmál av alstórum týdningi fyri Eysturoynna og Norðoyggjar, sum er reist av forkvinnuni í Tjóðveldi, fyrihalda Eysturoyar og Norðoya Tjóðveldisfelag seg púra kúrr um tað. Ein freistast til at spyrja, um tey í heila tikið eru virkin longur. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ferðslan leygar­dagin 2. mai 2026
Virkið Vár: Bind tína egnu blómu við Gun…
Virkið Vár: Skattaveiða fyri børn í skúl…
Virkið Vár: Stokkakvøld í 1912
Týski kavbátu­rin U35 vitjar í Føroyum
Virkið Vár: Hugleiðing við Hendrik Old í…
KÍ kvinnur live kl. 13.30
Virkið Vár: Gongutúrur, søgur og góðir t…
- Vit nøkta og skapa ein tørv
Álit um føroyskt heiðurstekin handað løg…
Norðoya øki minst arbeiðsloysi
Hevur tú nakað upp á hjarta – og hug at…
SST kapping á Viðareiði
Dystarfrásøgn: Meistaradeildin kvinnur K…
Jú, lægri bensinprísir hjálpa eisini ver…
Baldursbráð verður útbygd
Konsertrøð við sello og klaver
Virkið Vár: Hugleiðing og vakrir tónar í…
Virkið Vár: Ein glaður hundur er ein væl…
Virkið Vár: Ullakvøld í Spinnarínum
Lýsing