Lýsing
Lýsing
Lýsing
Daniel Hákunsson Dam er 35 ára gamal og hevur verið fíggjarstjóri í Vónini síðan 2021. Frá 1. mars 2026 verður hann stjóri í Vónini | Mynd: vonin.fo

Daniel Hákunsson Dam verður stjóri á Vónini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.11.2025 - 09:36 Tíðindi Vinna

Klaksvíkingurin byrjar í starvinum 1. mars 2026 og fær ábyrgd av 500 starvsfólkum spreidd yvir 22 deildir í sjey londum.

 

Hjalmar Petersen, stjóri á Vónini hevur avgjørt at fara úr starvi. Hjalmar hevur starvast á Vónini í 30 ár og hevur verið stjóri síðan 2001. 

Stjórasessin tekur nú Daníel Hákunsson Dam, sum hevur verið fíggjarstjóri hjá Vónini síðani ársbyrjan 2021 og er tí væl kunnigur við øll viðurskifti felagsins. Daníel er 35 ár, klaksvíkingur, giftur og trýbarnapápi, og er útbúgvin búskaparfrøðingur frá Aalborg Universitet, har hann eisini tók masterprógv í leiðslu.

Stjóraskifti verður 1. mars 2026. 

Vónin er børsskrásett fyritøka, Vónin hevur 22 deildir í sjey londum. Á Vónini starvast 500 fólk. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…