Lýsing
Lýsing
Lýsing
Facebook-status hjá einum av ónøgdu kundunum, ið hevur fingið boð frá Effo, ið fyri honum ljóða sum ein hóttan | Mynd: Skíggjatak frá Facebook

Løgin boð frá Effo

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.11.2025 - 22:36 Tíðindi Vinna

Tað er fallið fólki fyri bróstið, at boð, sum Effo hevur sent sínum kundum í dag, minna um eina hóttan. Í boðunum sigur Effo, at tey tilskila sær rætt til at halda uppat við sjálvvirkandi áfylling og hitatænastu, um so er, at kundin hevur fingið olju frá einum øðrum seljara enn teimum.

 

Góði kundi. Við hesum gera vit vart við broyting í viðskiftatreytunum hjá Effo. Broytingin hevur við sær, at Effo tilskilar sær rættin at steðga avtaluni um sjálvvirkandi oljuáfylling og hitatænastu, um kundin hevur fingið olju frá øðrum veitara enn Effo. Er Effo tín einasti oljuveitari, ávirkast títt hald ikki av hesum broytingunum. Dagførdu treytirnar koma í gildi um 30 dagar frá í dag. Kunna teg um nýggju viðskiftatreytirnar við at trýsta á leinkjuna niðanfyri”.

Soleiðis stendur í boðunum, ið hava fingið ilt í fólk, frá Effo. Hetta hendir stutt eftir, at aðrir orkuveitarar hava meldað seg á banan, og møguliga er tað hendan kappingin, sum ikki hóvar Effo, og sum tí hevur fingið oljurisan eftir føroyskum mátistokki upp á bakbeinini.

Í eini viðmerking til uppslag á Facebook um boðini frá Effo verður hetta samanborið við peningastovnarnar og víst á, at tað at man er kundi í einum banka ikki merkir, at man ikki kann fara inn í ein annan banka at biðja um eina bankatænastu fyri tað. Norðlýsinum kunnugt hevur tað higartil hvørki verið óvanligt ella óhoyrt heldur, at fólk hava keypt olju frá Effo og hitatænastu frá Magn ella øvugt.

So løgin boð, má sigast, og eftir reaktiónunum at døma eisini ein óheppin hóttan frá oljurisanum í Føroyum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Reint vatn til fjarskot­nar bygdir – før…
Eyka konsert Tey á Kamarinum
Aðalfundur og 2. og 3. uppstillingarfund…
Evnisdagur fyri sjófólk
Næmingar kappast í íverksetan í SkúlaFM-…
18.698 fáa pengar aftur í skatti
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Undir slíkum treytum ber ikki til at rek…
Fólka­flokku­rin hevur loysnirnar
Fjølbroytt kunningartiltak um útbúgvinga…
Breitt samstarv um integratión
Bakkafrost væntar at taka metið, ið varð…
Vinnarin av Lesaravirðisløn­ini 2026 funn…
Flyta fundir í samband við val
Martha Øre vitjaði borgar­stjóran
Tveir svanar á Borðoyarvík
Kaðalarbeiði á Vágsgeil
Hjólini mæla framvegis við góðari ferð
Ben Arabo stillar upp
Byrgingin um Haraldssund í morgun