Fosturforeldrafelagið 25 ár: Vit ynskja okkum politiska raðfesting, og at okkurt hendir!
Týsdagin 25. novembur eru 25 ár síðani hugaði fólk tóku seg saman og stovnaðu Fosturforeldrafelagið. Øll hesi ár hevur felagið arbeitt við at betra umstøðurnar hjá fosturforeldrum og børnum og ungum, sum koma til fosturs.
Frambrot eru hend hesi 25 árini, og tað fegnast vit um. Men vit mugu staðfesta, at vit í dag hava eina afturúrsiglda fosturforeldraskipan.
Fosturforeldrafelagið hevur ferð eftir ferð víst lands- og kommunupolitiska landslagnum á, at tørvur er á eini eftirmeting og nútíðargerð av fosturforeldraskipanini. Núverandi lóggáva á økinum er ein umseting av eini íslendskari lóg frá 1992, og er als ikki er nøktandi.
Í grannalondum okkara eru fosturforeldraskipanirnar broyttar og tillagaðar fleiri ferðir, men her hjá okkum hendir onki.
Fosturforeldur taka á seg stóra ábyrgd og loysa eina týðandi samfelagsuppgávu, men umstøðurnar eru ikki nøktandi, og stórur tørvur er á betra fosturforeldraskipanina. Hyggjast má eftir øllum tættum, sum knýta seg at uppgávuni hjá fosturforeldrum.
Samfelagið hevur eina heilt serliga ábyrgd av teimum børnum, sum verða sett heiman og eigur at tryggja teimum góðar umstøður, har tey kunnu trívast og mennast. Av teimum 117 børnunum, sum eru sett heiman, eru 74% til fosturs og búgva burturav hjá fosturfamiljum, meðan 26% eru á barnaverndarstovni. Fosturforeldur eru tí ein av mest týðandi tættinum í arbeiðinum hjá barnaverndartænastunum, tá ræður um umsorganarsvikin børn.
Hvønn tann einasta dag í árinum gera fosturforeldur alt tað tey kunnu, so tey børn og ungu, sum koma til fosturs, kunnu mennast og trívast, men nú er tíðin komin til, at politiska skipanin eisini ger sín part.
Vit kunnu ikki bíða longur!
Okkara stóra ynski á 25 ára degnum er, at politiska skipanin setur gongd á arbeiðið at gera eina nútíðar fosturforeldraskipan.