Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nærri eftirlit við heimatænastu og eldrarøkt v.m.

SKRIVAÐ: Landsfelag Pensjónista  |  26.11.2025 - 11:15 Politikkur Tíðindaskriv

Kommunur skulu hvørki hava eftirlit við sær sjálvum ella hvørji aðrari

 

Á nýggjárinum 2026 verður ein nýggj kunngerð sett í gildi. Hon snýr seg um nærri eftirlit við heimatænastu, eldrarøkt v.m.  

Sum er, hava kommunurnar eftirlit við bústøðum, tænastum og tilboðum. Hetta hevur verið galdandi sambært løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014, altso í næstan 12 ár.

Nøkur avvarðandi hjá brúkarum hava verið nøgd við hesa lóg, men verri enn so øll.

Landsfelag Pensjónista heldur tað tí vera í tøkum tíma, at nærri eftirlit verður hildið við heimatænastu og eldrarøkt v.m., soleiðis sum nýggja kunngerðin frá Almannamálaráðnum ljóðar. 

 

Alt ov lang tíð

Landsfelag Pensjónista hevur í heyst havt nýggju kunngerðina til ummælis, og hava vit sent okkara viðmerkingar til Almannamálaráðið.

Vit eru ikki heilt nøgd við orðingina, hóast uppruna meiningin átti at verið nóg góð frá politiskari síðu.

M.a. stendur í § 6 í kunngerðini, at endalig eftirlitsfrágreiðing skal vera gjørd í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at eftirlit er framt og latast kommununi og landsstýrisfólkinum í almannamálum.

6 mánaðir heldur Landsfelag Pensjónista er alt, alt ov lang tíð.

 

Røtt støðumynd krevst

Landsfelag Pensjónista er av tí áskoðan, at kommunurnar ikki á nakran hátt skulu vera partar av eftirlitinum, soleiðis sum kunngerðin sipar til. Heldur ikki skal eftirlitið fremjast av starvsfólki við neyðugum førleikum frá øðrum kommunum, soleiðis sum skotið verður upp  í nýggju kunngerðini (§7, stk. 3).

Landsfelag Pensjónista tekur ikki undir við, at eftirlitini verða fráboðað frammanundan (§7, stk. 5), men at tey verða framd ófráboðað fyri at fáa eina rætta støðumynd av umstøðunum innan heimatænastu og eldrarøkt v.m.

At kommunur hava eftirlit við sær sjálvum hoyrir ongastaðni heima, líka mikið, hvørjir sniðvegir verða nýttir.

 

Argir 26. nov. 2025

 

Beate L. Samuelsen, forkv.

Landsfelag Pensjónista

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…