Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum á vitjan

SKRIVAÐ: IRF  |  28.08.2025 - 20:15 Tíðindaskriv

Mikudagin 27. august var landsstýriskvinna í umhvørvismálum, Margit Stórá, á vitjan hjá IRF á Hagaleiti. Endamálið við vitjanini, var at kunna seg um virksemið hjá IRF og umrøða aktuell mál

 


Byrjað varð við eini framløgu og síðani var landsstýriskvinnan víst runt á oljureinsiverkinum, serliga vandamikið burturkast, skiljihøllini fyri pappír, papp, plas og pant og móttøkuhøllini. Farið varð ikki í ovnhøllina henda dagin, tí ovnurin var sløktur vegna regluligt viðlíkahald.

Sigurd L. Lamhauge, stjóri hjá IRF, greiddi frá virkseminum hjá IRF, lýsti umhvørvisátøk, sum IRF hevur gjørt og hvørjar ætlanir liggja fyri framman. Tosað varð eisini um, hvussu ein størri partur av burturkastinum kann endurnýtast, um nýggju pantskipanina, sum eftir ætlan kemur at virka fyrst í komandi ári, og eisini varð nomið við nýggju burturkastkunngerðina, sum Landsstýrið arbeiður við.

Á burturkastøkinum eru nógvar avbjóðingar, men eisini fleiri møguleikar fyri menning. Eitt nú er ein royndarverkætlan í gongd, har ætlanin er at endurvinna glas og keramik í Føroyum, ístaðin fyri at tyrva tað.

Sigurd L. Lamhauge, stjóri, fegnast um vitjanina.
– Bæði pantskipanin og nýggja burturkastkunngerðin eru tvey týdningarmikil mál, um vit skulu gera nakað munagott á burturkastøkinum. IRF ynskir at hava ein aktivan leiklut í arbeiðinum við burðardygd, har vit í størri mun síggja burturkast sum virðismikið tilfeingi, sigur Sigur L. Lamhauge.

IRF takkar fyri vitjanina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…