Lýsing
Lýsing
Lýsing

Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna er farin í sjálvdrátt

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  26.06.2020 - 10:59 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Seint í gjár sást í ymsum miðlum, at formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, vegna felagið, hevði sent eina yvirlýsing út, sum segði, at Meginfelag Útróðrarmanna ikki tók undir broytingunum í lóg um sjófeingi, sum annars fer til 3. viðgerð í løgtinginum í dag. Harumframt ger hann eisini viðmerkingar um broytingar, sum verða framdar í bólki 4A og 4B.

“Formaðurin í MÚ hevur als ikki stuðul í sínum baklandi, og er fullkomiliga farin í persónligan sjálvdrátt við hasi yvirlýsingini. Vit taka slett ikki undir við hvørki yvirlýsing ella innihaldinum” sigur Janus Rein, sum er reiðari á útróðrarbátinum ANRU og limur í Meginfelag Útróðrarmanna.

“Tá eg sá yvirlýsingina í miðlunum seint í gjár, ringdi eg beinanvegin eitt sindur runt til aðrar limir í MÚ og spurdi meg fyri, havt hetta var fyri nakað. Ja, egentliga fóru allir at ringja til allar, tí eingin kendist við ella var spurdur eftir. Vit eru bert eini 10-15 fultriknir limir í MÚ, so tað átti ikki at veri so ringt at tryggja sær baklandið, áðrenn mann ger tílíkt”, leggur Janus Rein afturat.

“Reint tekniskt eru broytingarnar í bólki 4A og 4B bara til fyrimuns fyri allar aktørarnar í bólkunum. Harumframt er talan í stóran mun bert um at rætta onkrar feilir, sum vóru gjørdir í lógina, tá hon var gjørd í desembur 2019. Tað sum formaðurin í MÚ sipar til í yvirlýsingini, og sum m.a. eisini varð viðgjørt í D&V, viðvíkjandi fiskidøgum, hevur als einki við hesar broytingarnar at gera. Tí sýnist útmeldingin frá formanninum so ómetaliga undarligt.
Harumframt sigur formaðurin, at MÚ ikki er hoyrt í málinum. Tað passar slett ikki; MÚ hevur verið hoyringspartur, MÚ hevur verið til hoyringar í Vinnunevndini, og MÚ hevur sent fleiri hoyringsskriv til Vinnunevndina. Munurin er, at í Vinnunevndini hevur tað verið eitt so nøkulunda samlað MÚ, sum er hoyrt, í meðan tað hesuferð er formaðurin, sum sýnist vera farin í politiskan sjálvdrátt.”

“Eg skilji slett ikki, at formaðurin í MÚ loyvir sær at missbrúka okkum, sum eru limir í MÚ, á henda hátt. Eg eri ómetaliga vónbrotin av honum. Vit í ANRU umhugsa nú okkara limaskap í Meginfelag Útróðrarmanna, tí vit hava slett ikki áhuga í at vera partur av einum felagið, sum á henda hátt verður missnýtt til sjálvdrátt og partapolitiskar boðskapir,” sigur Janus Rein til endans.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vøkstur í alivinnuni, men versnaðir karm…
Tæn Afrika møti í Emmaus í kvøld
Jaspis og Ametyst rokast
Ferðavinnan ynskir løtuvinning í egnan l…
Magnus: Vit hava ikki rakt toppstøðið en…
Brúdleyp - Kristina og Jón
Elsebeth fingið riddarakross
Formansskapur Norð­urlandaráðsins: Føroy…
Alla nátt – 50 ár við Hjarnar
Hesi liðini kann KÍ trekkja týsdagin í C…
Magnus Powell vitjar Norðlýsið
Norðoya Sparikassi lækkar renturnar
FK 5,4 mió. kr. í halli í 2024
Søgan um Merle Haggard (2:9)
Eyðun: Gilli og Jonn eru uppá tal til la…
Regin: Samstarv millum Stjørnuna og Team…
Endurskoða gomlu byggisamtyktina
Norðlýsið blaðið í gerð
Makrelgýting við Føroyar kannað
Team Klaksvík gjørt sáttmála við Jens Pa…