Lýsing
Lýsing
Lýsing
Regin D. Hammer handar Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinnu í almannamálum, frágreiðing um bústaðapolitisk átøk. Millum átøkini verður mælt til at javnseta alment og privat byggivirksemi meira | Mynd: kvf.fo

Marknaðargrundað skipan í Havn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.07.2020 - 20:47 Leiðarin Politikkur

Loksins kom útspælið frá landsstýriskvinnuni í almannamálum, har lógaruppskot um at heimila lántøku til Bústaðir er farið til hoyringar. Landið gongur við til, at Bústaðir sleppa at læna 400 milliónir, og setir sum treyt, at tær 400 milliónirnar verða markaðar soleiðis, at 200 milliónir fara til almannagagnligar bústaðir, 100 milliónir fara til bústaðir uttanfyri miðstaðarøkið, og 100 milliónir eru upp til Bústaðir sjálvar at raðfesta.

Har er tó ein treyt við teimum seinastu 100 milliónunum, og hon er, at um bygt verður í øki, har grundarlag er fyri privatari kapping, skulu Bústaðir ikki vera kappingaravlagandi, men leiga út fyri marknaðarprís, t.e. fyri á leið tað sama, sum privat høvdu leigað út fyri í sama øki. Sambært Andrasi Róin, stjóra í Bústøðum, merkir hetta, at leigan í Havn verður umleið 20% hægri enn aðrastaðni. Hann ger tó vart við, hetta bert er ein meting.

Sostatt leggur uppskotið upp til, at 100 milliónir fara til at byggja bústaðir í økjum uttanfyri miðstaðarøkið. Hetta er kærkomið, tí úti kring landið hevur tað víst seg at vera sera torført at fáa bankafígging; føroysku peningastovnarnir vilja sera treyðugt læna út til bústaðir á bygd. Tí fer tað uttan iva at merkjast sera positivt fyri útjaðaraøkini, at Bústaðir kemur inn við bústøðum fyri 100 milliónir til fólk har.

Helmingurin av lániupphæddini skal fara til almannagagnlig endamál. Hetta merkir eitt nú búfelagsskapir, bústaðir (sambýli) til fólk við serligum tørvi, barnaverndarstovnar ella lestrarbústaðir. Hesi verða nevnd sum dømi, og her eru ikki avmarkingar settar á, hvar í landinum bústaðirnir kunnu vera. Sostatt kunnu almannagagnligu bústaðirnir bæði liggja í miðstaðarøkinum og í útjaðaranum.

Frammanundan hava Bústaðir bygt 215 av sínum 333 bústøðum higartil í miðstaðarøkinum, so uppskotið hjá landsstýriskvinnuni kann síggjast sum at Landsstýrið nú fegið vil, at onnur nú standa fyri tørni. Tó verður Havnin ikki gloymd; upp til 100 milliónir kunnu eisini brúkast til bústaðir har, bert við teirri treyt, at teir ikki verða kappingaravlagandi fyri tey privatu. Hinvegin stendur eisini Bústøðum frítt at brúka allar 200 milliónirnar uttanfyri miðstaðarøkið, um tey vilja tað.

Landsstýriskvinnan hevur sostatt lagt seg ímillum tað, sum stjórin í Bústøðum vildi, og sum arbeiðsbólkurin mælti til í mars í ár. Bólkurin vildi helst, at Bústaðir skuldu virka á jøvnum føti við tað privata, meðan stjórin í Bústøðum vildi byggja sum tey høvdu gjørt higartil. Nú sker landsstýriskvinnan so ígjøgnum og sigur í hesum uppskotinum, at Bústaðir skal virka á jøvnum føti við tað privata, har tað annars hevði verið kappingaravlagandi, meðan har ongin kapping er – til dømis har sum bankar ikki vilja veita fígging – skulu Bústaðir byggja sum higartil.

Soleiðis bendir alt á, at miðstaðarøkið nú fær eina marknaðargrundaða skipan á bústaðarøkinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seta stórfingnan skemtileik upp í Klaksv…
Kvøldskúlin: tilmeldingin lat upp í dag…
Borðreiddu fyri UNESCO limum
25 ár við smíli og góðari tænastu!
Áarføri í Klaksvík
Virkið Heyst verður í viku 41
Vakurt - meira enn gras og blomstur
Hvannasunds kommuna veitir fíggjarligan…
Lívið er tann størsta gávan, sum er og n…
Vísindavøka á ferð á Sands Bókasavni í k…
Bólkur 5A hevur 916 dagar eftir
MEGD fær nýggja forkvinnu
Fyrileystrar í Finsen Tórshavn
Føroyska seyða­hundalands­liðið kappast í…
VB: Vit vilja seta trygdina fremst
Alt sprettur úr hugsjón­ini um umsorgan,…
Ongin spenningur um FM - Tíðin er komin…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Tøkk – Ægir 50 ár
Áskoðaraskýlið á Svangaskarði