Lýsing
Lýsing
Lýsing
Maria, Rebekka og Vibeka á Hvidovre Stadion

Maria setti føroyskt met í 400m

SKRIVAÐ: Frælsur Ítróttur  |  04.08.2020 - 15:45 Ítrottur Tíðindi

Maria Biskopstø úr Treysti betraði um vikuskiftið sítt egna føroyska met í 400m til 58,91 sek.

Copenhagen Open, sum er kapping í frælsum ítrótti, var um vikuskiftið á Hvidovre Stadion. Nakrir føroyingar luttóku og stóðu seg væl og komu teir aftur við føroyskum meti, fleiri bólkametum og persónligum metum.

Treysti hevði tríggjar íðkarar við. Tær vóru Rebekka Fuglø, Maria Biskopstø og Vibeka Sivertsen. Umframt tær so vóru seks íðkarar úr Bragdinum og Hvirluni.

Maria luttók í 400m og 800m. Í 400m bleiv hon nummar fýra, men setti nýtt føroyskt met. Hon átti sjálv gamla metið, sum var 59,10 sek. Í 800m bleiv hon nummar fimm við 2.17,86 min. og kom undir 2.20 fyri fyrstu ferð í ár.

Rebekka luttók í 800m og 1.500m. Hon rann 1.500m leygardagin og bleiv nummar tvey við 4.37,43 min. Í 800m rann hon seg til eitt fjórðapláss við tíðini 2.12,66 min. og er tað undir 2 sekund frá hennara føroyska meti, sum er 2.10,72 min. og frá 2017.

Vibeka rann 400m leygardagin og vann sín bólk við persónligum metið, sum nú eitur 64,20 sek. Sunnudagin rann hon 800m og gjørdist nummar fýra við 2.30,86 min. sum er umleið trý sekund frá hennara persónliga meti.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Jóla­skipið og Ársins Rósa
Finn Stampe varð valdur til Ársins Rósu
Narvi og Hans Petur vórðu heiðraðir
Tónlista­skúlin á konsertferð í býnum
Faroe5 spæla á Summar Festivalinum
KÍ-HB á Summar Festivalinum
Fótbóltur: Besta deildin kallast nú Meis…
Nýggj freist - Útboð av lendi til fjølbr…
Veðrið um vikuskifti
Ídni verður ikki goymsla
Skráin fyri Jóla­skipið
Eyðgunn fann 1 mió. krónur til Varpið
Flutningur er frælsi
Javnleikur 3-3 forðar grøna orkuskiftinu…
Nýggjur frítíðar­skúli á Eiði
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Noreg og Rusland samd um fiski­vinnu­samst…
Varpið fær 1.000.000 krónur
Fiskeribladet: - Bíðað verður eftir at r…
Búskapur í øllum 2: Føroyar sum lítil op…