Lýsing
Lýsing
Lýsing
Konfirmantar í mars mánaða 2018 | Mynd: eydbii.fo

Konfirmatiónir við skili

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.09.2020 - 06:30 Leiðarin Mentan

Føroyar fingu ein skelk eftir ólavsøku, tá eitt stórt útbrot av Corona rakti. Nú ein mánað seinni er tamarhald fingið á smittuni, men fleiri av tilmælunum standa kortini við og síggja nú út til at fara at raka tær mongu konfirmatiónirnar í heyst. Sjálvandi eiga vit at vera varin og sjálvandi skulu tær heilt stóru stevnurnar og festivalarnir ikki haldast, nú tað enn er so stutt fráliðið síðani seinasta útbrot. Men vit kunnu heldur ikki gevast við at liva.

Siðurin, har vit føroyingar marka yvirgongdina frá barndóminum til vaksnamannalívið, ella í øllum førum ungdómin, hevur í nógvar øldir verið konfirmatiónin. Umframt tann átrúnaðarliga týdningin hevur konfirmatiónsveitslan ótrúliga nógv at siga fyri tann føroyska ungdómin. Fyri heilt mong er konfirmatiónin tann næststørsta lívshøgtíðin aftaná brúdleypið. Vit minnast øll okkara egnu konfirmatión og fyri tey allarflestu eru tað góð minni, vit hava.

Tað er væl skilligt, at læknavísindin er sera varin hesum lívshøgtíðunum viðvíkjandi, tí nógv var at hoyra um, at Covid-19 fyrst í august spjaddist í einum brúdleypi. Og fólk hava eisini sjálvi verið sera varin við at halda føðingardagar og líknandi hendan seinasta mánaðin. Men tað ber saktans til at halda fermingarnar við skili.

Ein siður í sambandi við fermingina er til dømis, at prestur vitjar allar konfirmantarnar. Liggur tað ikki fyri sama dag, so stutt eftir konfirmatiónina. Hesin siður eigur ikki at verða sleptur av berum ótta. Prestur kann til dømis vera í masku og nýtist ikki at taka í hondina á fólki, men – um hann væl at merkja sjálvur vil tað – kann kortini fara eina “rundu” til konfirmantarnar. Tí nógv av teimum ungu seta veruliga stóran prís uppá, at prestur tekur sær tíð at koma runt til teirra – og tað kann væl vera ein av døgunum eftir sjálva veitsluna.

Tilmælið upp á í mesta lagi 100 fólk kann røkkast við til dømis at bjóða inn til tvær ymiskar tíðir, um ein roknar við, at fleiri enn 100 fólk koma. Til ber væl at tilskila tað á innbjóðingunum, sum vanliga verða settar í miðlarnar, til dømis at mælt verður til at koma antin kl. 16-18 ella 18-20. Hetta gongur sjálvsagt út yvir tann fleksibilitetin, sum vanliga er til opið hús, men tað er ikki ein høgur prísur at gjalda.

Onnur tilmæli verða torførari at halda, serliga tað við gestum, sum koma úr útlondum. Her kann tað vera torført at koma til Føroya 6 dagar áðrenn man fer í eina mannamúgvu, men tað er ikki ógjørligt heldur. Velur ein at fara kortini, ræður um at vera eyka varin. Er konfirmatiónin rúsfrí, og tað er jú eisini eitt skilagott signal at senda til tann unga konfirmantin, er vanliga eisini minni tætt samband millum gestirnar.

Vit hava sjálvandi heldur ikki gloymt, hvørjari støðu vit vóru í fyri einum mánað síðani, og vilja tí sjálvi gera alt fyri at fyribyrgja, at júst okkara konfirmatión ella veitsla ber nakra smittu víðari.

Tað er kanska farið at ljóða sum ein kliché, at vit skulu halda frástøðu og reinføri, men tey bæði tilmælini eru tey mest effektivu, samstundis sum tey eru tey lættastu at halda. Verða hesi bæði hildin, minkar vandin fyri smittu so mikið nógv, at ein kann loyva sær meira, herundir at halda lívshøgtíðirnar hóast alt.

Brúka vit vit og skil, læra av áður gjørdum feilum og halda so nógv tilmæli sum gjørligt, so skuldi ikki verið nøkur orsøk til at kollvelt hesa lívshøgtíðina fyri tey, sum eru ung í 2020.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…