Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bjargaður úr villleiðingini

SKRIVAÐ: Ragnar Ludvig  |  31.10.2020 - 11:32 Lesarabrøv Mentan

Orð Guds lærir, at á síðstu døgum skulu Djevulin og falnu einglar hansara villleiða mong. Vit, sum nú liva, ganga í skýmingini av síðstu tíð á jørð, beint áðrenn størstu villleiðingina nakrantíð.

Orsøkin til herviliga óskilið í heiminum í dag, er syndin, sum Gud hatar. Syndin hevur smittað, oyðilagt og sett síni djúpu spor á alt, ið til er – undantikið ríki Guds. Djevulin, ið er mótstøðumaður Guds, hevur syndað frá upphavi. Og hann unnir ongum menniskja náði og fyrigeving fyri syndirnar.

 

Hin náðiríki gleðiboðskapurin um fyrigeving syndanna ígjøgnum fullgjørda frelsuverk Kristusar á Golgata krossi, er ætlaður øllum menniskjum. Men gleðiboðskapurin er ikki galdandi fyri Djevulin og falnu einglar hansara. Hjá teimum er tað ómøguligt, at venda við og fáa náði frá Gudi og verða frelstir. Sjálvt um teir í sær sjálvum trúgva og enntá vita, at Jesus er sonur Guds, so eru teir glataðir í allar ævir. Tí náði og trúgv er gáva Guds og tað hava teir hvørki fingið atgongd og ei heldur rætt til. Sostatt hata hinir falnu einglarnir Gud, son Hansara Jesus og Heilaga Anda Guds. Og teir hata øll menniskju – serliga ísraelsfólk, sum við stórari kraft bóru fram vitnisburðin um uppreisn Jesusar fyri okkum heidningum.

 

Hetta signaða orð Guds opinberar náði, frelsu og lív til øll tey, sum eyðmjúkliga taka ímóti Honum. Av berari náði fáa tey fyrigeving fyri allar syndir sínar. Og tey fáa frið Guds í sálina og verða rættvísgjørd av Honum við trúgv á Jesus. Tað er stórt at vita.

 

Men tað er sera vandamikið, at liva eitt lív í forherðing. Tí uttan heilaga mótstøðumegi í freistingarstundini, verður ein villleiddur av djevlinum – longri og longri út í óførið. Við tíðini sprænir Djevulin sítt søta eitur inn í hugaheimin hjá menniskjuni, har hann borðreiðir við einum følskum alternativi til vælferð og eydnuríkan lívsstíl. Akkurát soleiðis, sum við síggja hvussu heimurin stáplar eitt gudleyst vælferðarsamfelag upp á beinini í dag.

 

Tá ið djevulska atsóknin um hitt villleiðandi mannaskapta frælsið er framd, er tað harmiliga longu hent, at mong menniskju eru blivin trælir undir syndini. Trældómurin kann gerast so syndarligur, at fólk, ið hokna undir syndini, kunnu álíkavæl halda seg verða kristin. Og fleiri eru komin somikið langt út á skráplanin, at tey liva í vónini um, at sigra á tí ónda og samstundis vraka tey Jesus, sum sín persónliga Harra og Frelsara.

 

Tað er so mangt, ið átti at verið øðrvísi. Men um herviliga syndin gerst lívsstílur okkara, so setir atburðurin eitt spillandi rák í gongd, sum bæði smittar og breiðir seg yvir alt samfelagið. Nøkur av teimum ringastu og mest brúktu og eyðkendu amboðum djevulsins innan villleiðing eru ideologi, átrúnaður, seksualitetur og okkultisma. Villleiðing av hesum slagi er skjótt vaksandi og ferðast, sum ein flóðalda um allan heimin og trívist væl á internetinum, í miðlum, spølum, tónleiki, filmi og bókum.

 

Orð Guds lærir, at Jesus er kraft Hansara til frelsu. Tann, sum ikki skoytir um eitt lív saman við Jesusi, verður tískil illa villleiddur. Vert er at vita, at øll villleiðing hevur andaligan íblástur. Tað eru illir andar við djevlinum á odda, ið áhaldandi bróta inn í okkara falnu og syndigu náttúru. Orsøkin er hendan, at menniskju ikki eru andaliga ílatin frá tí viðføddu, syndigu og falnu náttúruni, at standa ímóti freisting og synd við.

 

Eitt lív uttan Jesus stoytir okkum full av girnd. Syndin er jú eggið hjá girndini, ið er eitt greitt prógv um andliga neyðtøku av tí ónda. Um syndarar ikki lata seg frelsa burtur úr syndini, verður vreiði Guds verandi yvir teimum inntil tey fara fortapt í allar ævir.

 

Til dømis er hin seksuella villleiðingin altíð eitt gott kort í djevulsins hond. Moralskur perversitetur á tí seksuella økinum hevur upp ígjøgnum tíðirnar gjøgnumsúrgað heil samfeløg. Synd av hesum slagi er so hættislig, at Gud legði býirnar Sódoma og Gómorra í oyði og dømdi teir til undirgangs. Gud setti býirnir sum ræðumynd fyri teimum, sum í komandi tíðum vilja liva í gudloysi.

 

Hoyr, um eitt fólk stendur ímóti ávaringum Guds og framhaldandi livir í sjálvrættvísi og herviligari synd, so fer alt samfelagið andaliga og moralskt um koll. Og slíkt førir altíð bráðan undirgang við sær. Ein hóskandi ávaring í orði Guds sigur, at hugmóð gongur undan falli.

 

Hjúnabandið er fyriskipað av Gudi og er bert galdandi millum mann og konu. Hjúnabandið er sjálvur kjarnin í samfelagnum. Gud loyvir og viðurkennir einans hjúnabandið millum mann og konu sum livimáta og sømiligan lívshátt fyri einstaklingar. Úrslitið av hjúnabandinum eru børn okkara og hesi eru ogn Guds og tískil ætlað, at verða uppald í náði Hansara. Maður og kona hava fingið álagt frá Harranum Jesusi, at elska Seg, hvønn annan, børnini og læra tey og alt samfelagið tað sama. Soleiðis eiga tey smáu børnini, at verða uppald, at tey elska frelsara sín. Og tá tey eru komin til sín persónliga ábyrgdar aldur, at tey sjálvi taka av ríku náði Guds, við persónligari trúgv, eftirfylgjandi dópi og hareftir liva sítt lív av trúgv.

 

Stuðulin til seksuelt siðloysi og líknandi ólevnað nú á døgum, er meira skammleys og ágangandi synd enn nakrantíð áður. Tey, ið slíkt gera, traðka beinleiðis á heilagu ætlanir Guds við hjúnabandinum. Horlevnaður er eisini andstygd í eygum Guds og arvar tískil ikki Guds ríki. Slíkur atburður knúsar mangt hjúnaband, familjur og fullkomiliga neyðtekur sinni hjá børnunum. Hvussu skal endin verða, um vit við fríum vilja venda Gudi bakið. Tá eru vit beinleiðis sek í andaliga fráfallinum, ið førir við sær, at tey yngru ættarliðini falla frá Gudi.

 

Orð Guds lærir týðiliga, at Djevulin skal leiða heimin í eitt skipað fráfall. Hetta hevur verið hansara arbeiðsháttur og stevnumið heilt frá byrjanini. Vandin við hesum er, at eitt stigvíst fráfall ikki merkist so væl. Tá ið eitt samfelag við tíðini hevur vrakað orð Guds, kemur veruligt glið á gudloysi. Men tað er slett ikki neyðugt, at okkara samfelag skal liggja so lágt á síðstu døgum. Tí enn eru røddir í hesum landinum, ið siga borgarunum sum er.

 

Eitt dømi um skipað fráfall frá orði Guds í gerandisdegnum eru politiskar verkætlanir um heimsfrið, samanhald og rættindi, har menniskju seta seg sjálvi í miðdepilin. Men livandi orð Guds verður alsamt meira og meira blakað fyri borð. Eitt annað dømi er bæði deytt og falskt átrúnaðarligt samarbeiði, uttan kærleika til Jesus. Slíkur framferðarháttur er kolldømdur av Gudi frammanundan. Gud skoytir ikki um okkara spiltu humanistisku verk. Nei, Hann vil so fegin síggja verk Kristusar verða livandi gjørt í hjørtum okkara. At vit verða fødd av nýggjum av Anda Guds, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum. Tað er allur munurin!

 

Orð Guds ávarar fólki strangliga um ikki, at stuðla og ei heldur liva í ónatúrligum skammloysis-girndum á tí seksuella økinum. Tað er nakað av tí ringasta, ið menniskju kunnu finna uppá. Tey lutfalsliga fáu fólkini, sum liva í homoseksuellum ólevnaði saman við sínum mongu stuðulsfólkum, eru blivin so blind og bláoygd, at tey rotta seg saman og krevja almennar viðurkenningar av sínum perversa lívsstíli. Sjálvt børn teirra verða villlleidd og drigin út í eitt andaligt ráðaloysi. Hetta má sigast, at verða eitt stórt afturstig á fráfalsleiðini, ið førir til undirgangs.

 

Tá ið trúgvin, kærleikin og virðingin fyri teimum einastandandi heilagu sannleikunum í orði Guds minkar og at enda verður burtur í samfelagnum, tá er tíðin búgvin til, at syndin verður reiðiliga syndug. Tá er eitt samfelag sokkið somikið djúpt niður, at tað er blivið samt við sínar almennu syndir. Og tey, sum geva seg undir herviligu syndina fara fyrr ella seinni eisini, at stuðla ólevnaði. Tað er prógv um, at botnurin er náddur. Og tó sigur Gud í Sínum orði, at sjálvt um fólk kenna rættvísa dóm Guds, at tey, sum slíkt gera, eru deyðasek, gera fólk tað kortini.

 

Tað er eyðsæð, at mong hava lyndi til at geva Sódomasyndini hjartarúm. Eisini er líkasæla, ótti og tøgn fyri moralskum afturhaldni vaksandi. Hesi trý stuðla óneyðugt og passivt antikristiligum krøvum, sum krevja teirra órímiliga og óhóskandi rætt, pláss og rúm fyri sínum andstygdum, ið nøra um verandi rot í grundvøllinum hjá samfelagnum.

 

Fær hin moralski perversiteturin bein at ganga á, ger hann álop á okkara sinni, ið aftur kann føra eitt perverst sinnalag við sær. Moralskur perversitetur framleiðir hópin av syndum. Tá ið umskiftið frá perversum morali til eitt perverst sinnalag gerst veruleiki, verða menniskjuni fylt upp av alskyns illavorðnum syndum. Og endin verður, at fólk halda tað einki vera vert at hava kunnleika um Gud.

 

Orð Guds lærir, at Hann ikki forðar teimum villleiddu at falla í díkið. Tey verða sjálvssvikin og trúgvir eftirfylgjarar hjá perversum morali og sinnalagi til, at gera tað, sum ósømiligt er. Men áminningin ljóðar soleiðis, at andaliga upplýst menniskju, sum álíkavæl gerast samd við syndinar, sum Gud hatar og framhaldandi ikki loyva Gudi inn í lív sítt, hava tí onga umbering á dómadegi.

 

Orð Guds ávarar okkum um, at eins og syndarliga støðan hjá mannaættini var á døgum Nóa, soleiðis skal eisini verða, táið Jesus kemur aftur. Nóa livdi í einum pornografiskum samfelagi, ið eyðkennir heimin í dag. Tá var samfelagið merkt av andaligari afturgongd, sosialum ráðaloysi, skammleysari siðspillu, vísindaligari menning, sterkari villleiðing, bráðum undirgangi og nakað av gudrøkni, ið vóru Nóa og familja hansara. Samfelagið var sum heild út av lagi gudleyst, hóast greiðar og týðiligar almennar ávaringar um bráðan undirgang. Andalig upplýsing, ráðgeving og ávaringar fylla nógv í orði Guds. Í orðinum hava vit ein gyltan møguleika, at halda andaliga lógloysinum afturi – soleiðis, at synd ikki skal eyðkenna okkara tjóð.

 

Og eins og tað gekk á døgum Lots í Sódoma, sambært orði Guds, soleiðis skal eisini vera tann dag, Jesus opinberast. Lot livdi í einum sera perversum og verðsligum samfelagi. Syndin hevði fingið fastatøkur og líkasælan var í hásætinum. Sinnisliga høvdu tey traðkað Gud niður av trónuni. Tey ótu og drukku, tey keyptu og seldu, tey plantaðu og bygdu, men tann dagin, Lot fór út úr Sodoma, regnaði eldur og svávul niður av himli og gjørdi enda á teimum øllum. Minst til, seksuelt avvik er lívshættisligt fyri anda, sál og likam okkara, ið er ein upprunalig synd hjá teimum falnu einglunum.

 

Hvussu skal tað tá gangast teimum í dag, ið væl og virðiliga eru upplýst og álíkavæl við sínum órættvísi kúga sannleikar Guds. Tey sum skifta sannleika Guds um við lygn og æra og dýrkað seg sjálvi fram um Gud. Tey sum horast og syndað uttanfyri seksuelt gudgivnu karmarnir hjá hjúnabandinum, ið eru sniðgivnir til mann og konu.

 

Bæði borgarar og myndugleikar við gudgivnum valdi í einum samfelagi, mugu altíð verða vakin, standa ímóti og aldri stuðla skipaðum fráfalli frá orði Guds. Djevulin er ein meistari í, at seta antikristilig krøv til bæði myndugleikar og samfelagið sum heild. Soleiðis gevur hann íblástur til villleidd menniskju, ið leggja fram sínar villleiðandi framløgur fyri heiminum. Vit eiga ongantíð, at fara lættliga um kristiligu niðurgongdina. Tí, fyrr ella seinni verða okkara eftirkomarar uppald á grundvølli syndanna. Tá er slagið tapt.

 

Hvussu komast vit so undan antikristiliga rákinum, ið altíð førir til undirgangs.

 

Jú, fyrst mugu vit verða andaliga upplýst, at vit eru fortaptir syndarar í okkum sjálvum. At vit verða dømd av Gudi og enda í Helviti, um vit ikki fáa syndir okkara fyrigivnar. Tað einasta, ið fólk veruliga hava tørv á, er syndanna fyrigeving í Jesusar dýrabara blóðið. Tí mugu vit verða gleðiboðskapinum lýðin. At vit geva lív okkara til Gud við trúgv á Jesus, sum Harra og frelsara okkara. At vit loyva orði Guds dagliga, at sleppa ígjøgnum – heilt inntil tað klývur sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans. Tað hevur ævinleikans týdning, at vit gerast tænarar, sum ríki Guds kann gleðast um.

 

Tástani síggja vit, at Gud altíð hevur rætt í øllum lívsins viðurskiftum. Tá ið hin nýfrelsti í síni endurnýggjaðu sál sær Jesus, tá gongur alt upp í eina hægri eind. Akkurát sum í sanginum “Amazing Grace”. At viðkomandi áður var fortaptur og nú er frelstur av náðiríku frelsu Guds.

 

Við inniligari vón um, at tit ikki skammast við gleðiboðskapin um JESUS, tí hann er kraft Guds til frelsu fyri hvønn tann, sum trýr. Amen!

 

 

Blíðastu Heilsanir

Ragnar Ludvig

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjúrðarberg fer nýggjan túr í kvøld
KÍ fer at avdúka Árna Frederiksberg í kv…
“Meistarar, sendið tykkara lærlingar til…
Gevið kommunu­num lut í veiðigjaldinum
Mugu útbúgva fleiri námsfrøðingar
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sett t…
KSS: Ísak V. Staksá sveinabræv sum maski…
Jóla­kortið 2020
Glitrandi perlur
Ákærdur - fríur ella dømdur
Rognkelsi sum lúsabasari í føroysku aliv…
Litrík høli mitt í býnum
Vínkúllar­nir bjóða til beinleiðis jólaví…
Veðrið í vikuni, sum kemur
Besta løtan at planta eitt træ
Myndarøð: HB vann seg trygt í finaluna u…
Jóla­trø­ini í Klaksvíkar kommunu
Nýggj Bíbliulesiætlan: Les fyri lívið…
HB-NSÍ spæla um at møta Víkingi í steypa…
Jólatræið í Vágstúni tendrað