Lýsing
Lýsing
Lýsing
Rógvi Jacobsen, valevni. | Mynd: Egin mynd.

Skulu øll hava má onkur lúta!

SKRIVAÐ: Rógvi Jacobsen  |  09.11.2020 - 22:02 Kommunuval 2020 Politikkur

Seinastu vikurnar eri eg veruliga blivin sannførdur um, at vit eiga at raðfesta týdningarmiklar verkætlanir, og føra tær heilt á mál, ístaðin fyri at gera alt í senn og sostatt bíða í áravís, áðrenn vit koma á mál við nøkrum sum helst.

Men hví er tað so torført at raðfesta? 

Eg hugsi serliga um tvær orsakir.  

Fyri tað fyrsta hevur hvør verkætlan ein áhugabólk, har júst “teirra” verkætlan skal hava eina raðfesting.  

Fyri tað næsta, so ynskja vit øll, at okkara býur er fremstur í kappingini um at vera býurin, sum hevur alskyns møguleikar og tænastur. Vit skulu vera áhugaverd bæði fyri okkara egnu, men eisini fyri tey, sum koma at vitja okkum.  

Vit ynskja sostatt at gleða øll. Tað er í øllum førum kenslan mann fær, tá ið hugt verður eftir teimum íløgum, sum komandi ár fer at binda Klaksvíkar kommunu. Tó kunnu vit skjótt staðfesta, at kommunukassin ikki er óavmarkaður, og at tað verða fleiri áhugabólkar, sum ikki fara at fáa ynskir uppfylt.  

Íløgukarmurin hjá Klaksvíkar kommunu komandi ár er “einans” 75 mió. kr, og tað strekkir ikki langt, tá hugt verður eftir teimum verkætlanum, sum vit vita skulu gerast lidnar:  

2. og 3. Byggistig á Skúlatrøð, Spillvatn/hitaskipan, Bláa skýlið, Miðbýur, Rennibreyt, Havnaøkið, Vinnuøkið, Nýggjur barnagarður, Spæliland, Kappróðrarneyst, Húsarhaldsskúli, Mentanarhús, Fimleikahøll, Útstykking á Fossum!        

Í hesum yvirlitinum verður ikki hugsað um átøk, sum viðvíkja eldraøkinum. Ein nýtist ikki at vera serfrøðingur fyri at síggja, at hetta als ikki hongur saman, um ynski er at fáa allar verkætlanirnar á mál innanfyri rímiliga tíð. 

Tá valstríði byrjaði tóktist tað skilagott at gera borgarar varugar við, at komandi býráð má undir eitt umfatandi raðfestingararbeiði. Hetta er bara blivið enn meira sjónligt í valstríðnum, og vil eg virka fyri, at tað sum verður lovað eisini verður játtað!

Gott val! 

Rógvi Jacobsen valevni fyri lista E.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað byrjaði í 2019 – ella 1916?
SSL: Sam avlýst síðstu túrarnar í kvøld
Er Miðflokku­rin nú ein ultra-høgraflokku…
Dysturin er avlýstur vegna veður
Johnny: "Limaskapur í WTO er stórur vinn…
Útróðurin í dag
Torradagar aftur á skrá
Akademi­útbúgving – nú eisini á netinum
SMS: Stjørnan - EB í kvøld
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Upp á tindar, gjøgnum dalar
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan í Nes k…
14 nýggir ph.d.-arar í 2025
Varpið: Opin Pallur fyri børn
13 ungir rógvarar klárir at umboða Føroy…
Gudstænasta í Christians­kirkjuni
Gudstænasta í Mikladals kirkju
Evnisarbeiði er spennandi og læruríkt
Býráðsfundir í 2026
Sylvan aftur í KÍ