Lýsing
Lýsing

Táið menn gera mun

SKRIVAÐ: Tórbjørn jacobsen  |  19.11.2020 - 18:58 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Sum tíðum vitjandi í svimjihøllini í Gundadali, gerst tú oftast partur av onkrum hugfarsligum práti, - undir skúrbaðnum, í baðstovuni ella í grynra endanum av stóra hylinum. Ein dagin fingu vit báðir Poul Nolsøe okkum eitt drúgt prát í hylinum, vit kennast úr Mentamálaráðnum, har hann virkaði sum løgfrøðingur, meðan eg tók mær av politikkinum. Vitsti at hann og Kaj Aage Troest vóru javnaldrar og vinmenn, og at teir vóru floksfelagar á Føroya Læraraskúla, haðan teir fingu prógv í 1966. Poul var einaferð landsins besti svimjari, og fyrsti formaðurin í svimjifelagnum í Klaksvík, - Ægir.

Hann segði mær, at Kaj Aage var ein hendinga góður svimjari, trupulleikin var bara, at hann vildi alt og dugdi alt. Tónleikari, fótbóltsspælari, hondbóltsspælari, svimjari, fimleikari o.s.fr. Longu í 1961 gjørdu teir báðir av at fara til danska býin Sønderborg á ítróttarháskúla, og Poul heldur, at júst har, á flatlondum, vann fimleikurin á øllum hinum ítróttargreinunum í áhugasferuni hjá Kaj Aage.

 

Tíðin eftir seinra kríggj og væl fram í fimmtiárini var broytingar- og byltingartíð í Føroyum. Fiskimenn og arbeiðarar skipaðu fyri fleiri stórum verkføllum, norðingar vóru í hørðum læknavíggi, og onkur hevur róð framundir, at hetta var størsti sosiali kampurin um tjóðina nakrantíð. Stríð um materiu og tjóðskap. Hinvegin er hetta kanska eisini byrjanin til tær modernaðu Føroyar. Eystanfyri við Skálafjørðin lógu fleiri bygdir spjaddar við eini balkaniseraðari búseting, har traðarmenn huseraðu, sum fingu úrkomuna av útróðri ella av skipsdekki, og konur og børn teirra stríddust við at fáa hús og heim at fungera.

 

Onkur skip og virkir vóru, men um hesa tíðina grør ein tilskundan, kveiking, upp í økinum. Havnaløg verða bygd, fleiri virkir koma til, og ein javnur streymur av optimistiskum ungum fólkum flyta til og skipa seg í økinum við alskyns smærri vinnuvirkjum. Entreprenørar í ymsum handverksvinnum, ið uppala lærlingar sum maskinsmiðir, bilmekanikarar, timburmenn, snikkarar, elektrikarar, bókhaldarar, blikkenslagarar, bakarar, kondittarar, hárfríðkarar, radiomekanikarar etc. Deildir hjá peningastovnum og gjaldstova flyta til og slóðbrótandi flakavinna tekur dik á seg. Onnur flyta hendanvegin, tí nógmikið er at taka sær fyri til hendurnar, og ovarlaga í forstandaraskapinum sita menn, ið hyggja langt inn í framtíðina. Niels Pauli Hansen, í Heimistovu, mundi vera primus inter pares í tí høpinum. Ein stórfingin býarætlan verður gjørd, og tað, sum kanska broytir mest av øllum, er nýggi skúlin á Glyvrum, sum stendur liðugur seinast í fimmtiárunum. Har bar til at fáa præliminær- og síðan realprógv. Har vóru allir hentleikar til tátíðarinnar krøv, m.a. serbygd frálæruhøli til alis- og evnafrøði, bókasavn, sangstova og fimleikahøll smíðað eftir størsta máti, sum tá varð nýtt um okkara leiðir.

 

Tað sum skuldi fáa ovurstóran, fyri ikki at siga avgerandi, týdning fyri økið, var, at ein serliga góður rakstur av ungari og framsøknari kennaramegi kom uttaneftir til hendan nýggja skúlan. Brádliga hamskiftust umstøðurnar, og skúlin gjørdist alt fyri eitt ein trivalig bráðpanna, har ungir hugaðir lærarar tóku fatt á ymsum mótum. Eldhugaðir, hugkveiktir og fúsir lærdu teir frá sær í skúlatíðini og so mikil var megi teirra, at skjótt høvdu teir umframt hesum eisini ment ein ítróttar- og mentanarligan urtagarð við sangi, instrumentalum tónleiki, fimleiki, blaðútgávu v.m.

 

Fái ikki nevnt teir allar, men hin eygagóði Kaj Aage Troest var ein av hesum. Hann byrjaði sum lærari við Glyvra skúla eftir summarfrítíðina í 1966, og eg haldi meg kunna siga, fyri allar næmingar hansara í 40 ár, at hann var ein hendinga góður lærari. Hóast høvdið var á tremur við nýggjum, frískum og modernaðum tonkum, hevði hann ein viðføddan autoritet og pedagogisku evni hansara vóru óvanliga væl útborin. Uttan gleps og illneitan streymaði ein serligur agi frá pultinum oman í the Audience Hall í tímum hansara, kortini kendist tað sum, at vit, næmingarnir og hann, støðugt stóðu ájavnir í eygahædd. Sjálvt tá órógvin kom á okkum í tannárunum, í realskúlanum, Glyvra Bio dró meiri enn grannin norðanfyri og bókligi áhugin var samsvarandi avtakandi og hugurin til okkurt annað fjas vaksandi, hevði hann tak á okkum. Vit høvdu hann í landalæru í realskúlanum, hóast hann fyri tað nógva lærdi frá sær í stødd- og alisfrøði og í fimleiki sjálvandi.

 

Framkomni skúlin á Glyvrum hevur verið dragandi í samtíðini, men ein onnur orsøk til, at Kaj Aage flytir inn á Skálafjørðin at búgva og virka er sjálvandi, at hann hevði hitt heiðadámuna Jóhonnu - einkardóttir teirra Jenny av Høgabóli og Karl hjá Pól Nikláa. Tey giftust í 1965. Kaj Aage var borin í heim í Tórshavn í 1942. Sum vinmaður hansara Poul greiddi mær frá, var hann uppi í mongum. Fleiri ítróttargreinum, tónleiki og sum skóti í Skótaliði Sigmunds Brestissonar var hann saman við mongum øðrum unglingum á jambouree í Onglandi í 1957, har hundrað ára føðingardagur Baden Powells og 50 ára dagurin hjá skótarørsluni vóru hátíðarhildin. Á onglandsferðini vórðu ungu skótarnir nógv ávirkaðir av nýggja tónleikinum hjá m.a. Tommy Steele og Everly Brothers. Heimafturkomnir stovnaðu nakrir teirra skifflebólkin “Skiffle Baljan”, sum framførdi í Sjónleikarhúsinum. Kaj Aage leikti á guitar, og ein annar í bólkinum var hin seinri so kendi Faroe Boys bassisturin - og grovmælti sangarin við eyðkendu røddini - Kári Mouritsen.

 

Ein avgerandi samanrenning, ein symbiosa, sum hevði serliga magnfullan samrakstrarmátt við sær, ið røkkur heilt fram í okkara tíð og fer at røkka langt fram í nýggja tíð, er tá Jóhann Kjeld, Kaj Aage Troest og konur teirra, Svava og Jóhanna, sum kendust fyri tað, hittast aftur her í økinum. Jóhann hevði fingið starv við Glyvra skúla tvey ár frammanundan – í 1964 - og var millum landsins fremstu fimleikarar. Onkuntíð hin besti. Jóhann hevði gjørt fimleik í Havnar Fimleikafelag síðan hann var 12 og Kaj Aage síðan hann var 9 ára gamal, og hesin seinri hevði eisini verið formaður í havnarfelagnum fimleikaárið 1965/66 – árið fyri at hann og Jóhanna fluttu inn í Heiðarnar av búgva og virka. Um hetta mundið skuldi stóri ítróttarkveikjarin Martin Holm taka til, at Havnar Fimleikafelag frameftir fór at fáa ein skarpan gang í kappingini, eftir at Jóhann og Kaj Aage vóru fluttir inn á Skálafjørðin. Kortini skumpaði Martin íðin undir, at teir fingu skipað eitt fimleikafelag, har teir nú virkaðu, hevur Troest seinri greitt frá í einum interviewi.   

 

Í somu samrøðu, sum Ingolf á Marknagarði hevði við Kaj Aage Troest fyri nøkrum árum síðani, segði hann eisini:

 

”Um ein svimjihylur var her inni tá, so hevði man helst byrjað við svimjing í staðin fyri við fimleiki – ella, møguliga báðum”..............”Eg hevði gjørt nógv burtur úr svimjing tá, og var millum annað niðri og svam við sonevnda gull-liðnum hjá Havnar Svimjifelag. Tað var á høgum støði í samtíðini, hóast tað langt frá var á tí støðinum, sum okkara ungu svimjararnir eru á í dag. Vit svumu millum annað ímóti kenda danska svimjifelagnum Sparta, og vóru eisini við til at svimja um meistaraheitini í Jútlandi. Vit kláraðu okkum so óluksáliga væl, og tað bleiv rættiliga fitt skrivað um tað í donskum bløðum – róð varð framundir, at tað máttu vera danskir venjarar í Føroyum, síðan vit kláraðu okkum so væl, - men soleiðis var tað nú ikki”.

 

Svimjihylurin, sum ætlanin var at fáa gjørdan longu í 1964, er ikki komin enn, men á Glyvrum var stór og nýggj fimleikahøll. Harvið avgjørdi faciliteturin hvør rás ið skuldi eltast. Jóhann hevði hjálpt Kongshavnar Kvinnufelag við kvøldskúlafimleiki veturin frammanundan, og nú teir hittust aftur, og lítið var fyri ungdómin annars, savnaðu teir tey íðkandi í royndini at stovna eitt veruligt fimleikafelag. Áhugin var stórur, og fimleikafelagið Støkk varð stovnað á Glyvrum hin 23. november 1966. Jóhann og Kaj Aage komu sjálvir á heitið, og síðan hevur at kalla hvørt mansbarn, gentur og dreingir, kvinnur og menn, verið drigin at fimleikinum. Ikki bara higani, men úr stórum parti av landnyrðingsøkinum í landinum. Støkk er sum felag ein gigantur í Føroyum við 700 limum og íðkarum, og fremur nú sítt virksemi í landsins frægastu fimleikahøll – Bylgjuni í Runavík.

 

Í dag vita tey flestu helst, hvar í landinum Støkk heldur til, men hendan útsøgnin hjá Kaj Aage boðar frá, at soleiðis hevur ikki altíð verið: ”Í Havn vistu fólk als ikki, hvat Glyvrar var fyri nakað, og hvørja ferð, vit høvdu framsýningar har, so bleiv spurt og tosað um tað. Eg minnist, at ein kvinna í Havn einaferð kom til mín, nógv ár aftaná, at Støkk var stovnað, og segði við meg, at eg hevði lært hana, hvar Glyvrar vóru”.

 

Tað er ikki øllum beskorið at seta so trivaligar varðar eftir seg, sum hesir báðir menninir og konur teirra, men tey raktu beint í ein stóran tørv, eitt vacuum, og organisatoriskt hevur alt verið so væl fyriskipað frá byrjan, at felagið enn stendur sum ein skansi - væl meiri enn hálva øld seinri.

 

Á ítróttarøkinum er Kaj Aage Troest heiðraður á ymsan hátt, men hann hevur eisini havt áhuga fyri øðrum handans verki. Honum hevur dámað væl at flóta, hevur átt bát saman við øðrum, okkurt hevur hann skrivað og serstakliga væl hava tey bæði Jóhanna dugað at havt slektina hjá sær, og ikki minst at brúkt pensiónistaárini á ferðum innan- og uttanlands.

 

Hóast hann ikki var nakar unglingi longur, so væl fyri sum hann tóktist, kom tað sum ein stórur skelkur í vikuskiftinum, at hann var farin í annað ljós at vera. Aftur ein váttan um, at ongin okkara kennir dagin og tíman.

 

Kaj Aage Troest er maður, sum hevur gjørt stóran mun í sínari samtíð. Umframt at vera ein framúr góður kennari í skúlanum, brúkti hann stóran part av sínari frítíð til felagsarbeiði í einari ítróttarfylking, sum ongantíð hevur blomstrað meiri enn tað sama. Lagaligu yvirleveringina megnaði hann eisini. Ein legenda er fallin. Maður sum tók sær so sera væl av sínum nærmastu eisini, altíð stillisliga nærverandi, og hóast hann ikki treivst serliga væl í glæmuni frá almennum ljósvarparum, so sýndi hann kortini í almenna rúminum sín stóra áhuga fyri tí, sum eftirkomararnir tókust við í fimleiki, fótbólti, tónleiki v.m. Helst frøddist hann um at síggja slóðina frá egnum evnum í fleiri teirra - og um at hesi vórðu brúkt og ment øllum til gagns.

 

Táið tey bæði Jóhanna komu inn í Heiðarnar at búgva miðskeiðis í sekstiárunum, lógu nakrar fáar búeindir spjaddir í fleiri bygdum, nú er alt vaksið saman til ein bý. Motorar sum tey bæði eru ein orsøkin til hendan mikla gróður, Støkk hevur drigið nógv at sær, og ein góður skúli er alt avgerandi fyri okkara eftirkomarar. Gott at okkara kommunupolitikarar tá skiltu, at undirstøða í breiðari merking var fyritreytin fyri vøkstri, tað veri seg fram við landi við havnaløgum, við vegum og brúm og ikki minst við einum skúla, sum stútt og støðugt stendur mát við tíðina og væl tað. Borgarar og initiativ tóku sær av yvirtromini. Úr øllum hesum vaks ein býur, og ein av trivaligu eksponentunum fyri hesum framtaki var havnarmaðurin Kaj Aage Troest, sum tíbetur gjørdist heiðamaður.

 

Somikið størri er sorgin og saknurin, nú mín gamli og frægi lærari er farin heim í eina av himmalsku tjaldbúðunum at vera í Guðs nærleika. Hjá tykkum sum eftir sita er saknurin ómetaliga svárur, sárini djúp, ikki minst hjá tær - skyldkonuni Jóhonnu. Sorgin hvørvur ikki, kámast kanska nakað við tíðini, vit skulu øll um gravarmúlan einaferð, men sum frálíður fara minnini um ein, ið gjørdi ovurstóran mun í samfelagnum, í samtíðini, at standa eftir sum trivaligir varðar um fyrst og fremst familjumannin, kennaran og ítróttarmannin Kaj Aage Troest.

 

Sum Poul Nolsøe segði um vinmannin Kaj Aage: “Hann var ein hendinga góður svimjari, trupulleikin var bara, at hann vildi alt og dugdi alt.” Spell at hann, sum í fimleikatímunum plagdi fara oman í taraskógin, í fjøruna, við okkum, í royndini at læra ungu næmingarnar á Glyvrum at svimja, ikki skuldi røkka tí degi, táið ein svimjihøll umsíðir verður reist her í býnum, hóskiligt hevði tá verið, at hesin slóðarin á ítróttarøkinum var hin fyrsti sum leyp út í hylin. Men so skuldi ikki verða. Hann, ið øllum ræður, ætlaði nakað annað.

 

Hvíl í friði kæri vinur.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin