Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heim til børn og ung við autismu boðið út í almennari lisitatión

SKRIVAÐ: Almannamálaráðið  |  28.11.2020 - 09:52 Tíðindaskriv

Tað er umráðandi at fáa bygt Heimið til børn og ung við autismu, tí tørvurin á hesum tilboði er ovurstórur. 
Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur , landsstýriskvinna í almannamálum, nú arbeiðið at byggja heim í Havn til børn og ung við autismu verður boðið út í almennari lisitatión fyrsta dagin.

Ætlanin er, at farast skal undir byggingina til várs, og at heimið verður klárt at flyta inn í seinast í 2022.

Verkætlanin varð boðin út í fjør, men av tí at tilboðini vóru nógv hægri enn kostnaðarmetingin, gjørdi landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, av at havna lisitatiónina.

Bygginevndin fekk til uppgávu at finna sparingar uttan at gera ov stórt inntriv í funktiónir og virksemi í heiminum, og ráðgevin hevur umprosjekterað verkætlanina verkætlanina av nýggjum sambært sáttmálanum.

Nýggja høvuðsprosjektið verður nú boðið út. Bygningurin er færri fermetrar enn í upprunaligu verkætlanini, hann er einfaldari og er nú í einari hædd.

Verkætlanin verður boðin alment út í sjey fakarbeiðstøkum.

Alt hetta verður gjørt, fyri at fáa kostnaðin at halda.

Fyrstu fyrireikingarnar byrjaðu í 2016. Í 2018 varð verklagslógin samtykt og farið var undir prosjekteringina í september sama ár. Høvuðsprosjektið varð handað í desember 2019. Seinasta árið er farið við at finna sparingar og gera nýtt høvuðsprosjekt.

Nú vóni og vænti eg, at nógvar fyritøkur fara at halda seg framat, og bjóða uppá arbeiðið, og at prísurin fer at halda, soleiðis at vit kunnu koma í gongd við byggingina. Tørvurin á hesum bú- og umlættingartilboði er ovurhondsstórur, so nú vóni eg ikki at fleiri seinkingar verða, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Tað er Landsverk, sum bjóðar út vegna Almannamálaráðið, og útbjóðingin fer fram á heimasíðuni hjá Landsverki 1. desember 2020.

 


 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: B68-KÍ
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum