Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fuglafjørður ger íløgur fyri 37,4 mió. kr

SKRIVAÐ: Fuglafjarðar kommuna  |  28.11.2020 - 10:34 Politikkur Tíðindaskriv

Fíggjarætlanin hjá Fuglafjarðar kommunu fyri 2021 er samtykt

Fuglafjarðar býráð samtykti á fundi í gjárkvøldið í Bønhúsinum á Hellunum fíggjarætlanina fyri 2021, sum javnvigar við 148.9 mió. kr. í mun til 185.6 mió. kr. undanfarna ár. Miðalvøksturin í rakstrinum er umleið 5% í mun til fíggjarætlanina 2020.

Skattaprosentið lækkar 0,25, niður á 21,25 og barnafrádrátturin er 7.500 kr. fyri hvørt barni.

Inntøkurnar komandi ár eru samanlagt mettar til 96,7 mió. kr., harav eru inntøkurnar av A og B skatti 66,7 mió. kr., ið er umleið tað sama sum nettoraksturin. Partafelagsskatturin er mettur til 14. mió. kr., og inntøkurnar frá landinum til eldraøkið eru mettar til 16. mió. kr. Rakstrarkostnaðurin av eldraøkinum er fyri Fuglafjarðar kommunu hækkaður umleið 1,5 mió. kr. í mun til í fjør.

Avlopið í rakstrinum er sostatt 30 mió. kr.

Nettoíløgurnar eru mettar til umleið 37,4 mió. kr., har liðugtgerðin av barnaskúlanum, ítróttarhúsinum, Vesturstovu og fyrireiking av íbúðarbygging hevur høga raðfesting. Harumframt er peningur settur av til at dagføra 64-skúlan við atliti at framhaldsdeildini; ein íløga, sum verður gjørd saman við Eysturkommunu í skúlasamstarvinum Framvit.

Fíggingin av rakstri og íløgum er av einum mettum skattagrundarlagi á 96,7 mió. kr. og av innistandandi á 15,8 mió. kr. Ætlanin er ikki at økja um skuldina við at taka upp lán, men at klára rakstur og íløgur uttan lántøku í mun til fyriliggjandi inntøkumetingar.    

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Tað krevur fyrst og fremst hart arbeið…
Valfundur í Haraldsundi, 17. mars 2026
- Sjálvstýri hevði staðið sterkari um ta…
1.000 føroyingar við demens – hvør er po…
HETTAR VAR IKKI MEININGIN - Vit regulera…
Ung menniskju fáa ikki fótin innum bústa…
"HVAT KOSTAR TAÐ IKKI FYRI SAMFEALGIÐ AT…
Lat okkum gera tað lættari hjá ungum at…
Eysturoyar­tunnilin – nú skal tunnilsgjal…
Alsamt fleiri íbúðir í Norð­oyggjum
Hvat heldur Miðflokku­rin um skúlan?
Heldur eiga enn leiga bústað
Tillaga størv skerd 1mio og nokta avlami…
Frá Hjarta­felagnum
Tiltøk í vikuni
Sólstein og Vatnhamar vitjaðu Komið øll…
- Tað er ringt at bakka í dagljósið, so…
- Hevur týdning at vit fáa meira kvinnur…
Valprát við Fólka­flokkin
Tveir ungdóms­venjarar tosa um ungdómsfót…