Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vindur seinnaparetin í morgin og allan ovurmorgin. | Mynd: thetravelblog.at

Vindur næstu dagarnar

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  26.12.2020 - 23:18 Tíðindi Veðrið

Veðrið á jólum vara bara OK, haldi eg. Tað hevur verið betri onnur jól, men eisini verri. Onkrastaðni mitt ímillum gott og keðiligt.

Tíverri lá kavin ikki øll jólini. Heldur ikki hesaferð...

Í kvøld er stilt og kalt. Onganstaðni meiri enn 5 m/s úr ymsum ættum eystaneftir, og hitin liggur um 3 stig. Men nógvastaðni er stjørnuklárt, og har er enn kaldari og svartakálk á vegnum.

Lufttrýstið er lágt í kvøld – um 960 hPa. Eitt sindur meiri norðanfyri enn sunnanfyri. Hetta bendir á, at eitt lágtrýst er sunnan fyri Føroyar. Hyggjandi eftir myndum úr fylgisveini, so sæst miðjan á lágtrýstinum vera einar 50-60 fjórðingar í ein útsynning úr Suðuroynni – beint yvir Føroyar Banka.

So nær við miðjuna á einum lágtrýsti er vanliga stilt, og tað er tað eisini í kvøld. Men tað fer at flyta seg eitt sindur í nátt, og vit fara í løtum at merkja nógva vindin, sum er norðan- og vestan fyri miðjuna. Væntast kunnu upp í 15 til 20 m/s.

Vindurin fer ikki at merkjast í Suðuroy, Sandoy og í Suðurstreymi, men aðrasteðs verður eitt sindur meiri sindur í nátt. Talan er bert løtuna frá 04 til 06. Eftir tað er aftur lítil vindur av eystri.

Út á seinnapartin í morgin – 3. jóladag – fer at kølna. Ættin fer upp í landnyrðing í eina løtu og so upp í norðan. Vindur veksur upp í 15 til 20 m/s, og tað fer at regna illa, kanska er vátakavi uppí.

Út á kvøldið fer at slíta í, men vindurin minkar ikki fyrr enn út á mánakvøldið.

So tað verður eitt drúgt samdøgur við miðalvindi upp ímóti stormi av norði, við regni og/ella vátakava, men eisini løtur við turrveðri.   

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Team Klaksvík er umboðað á U16-landsliðn…
Framsýning við Arnold Vegghamar í Varpin…
Her er startrøðin til kappróðu­rin á Norð…
Norð­oyastevna: Livandi framsýning av før…
VIDEO: Góð mál frá 1/­3 av lands­kappingin…
Magnus Powell hevur nú 50 dystir uttan t…
Omanlop millum Hiplingardal og Góðadal
Tríggir ferðaleiðarar tiknir
Summarskeið í para-judo gevur børnum try…
Posta gevur út nýggj frímerki – frá segl…
Norðstrok: Kom við felagstúr
Aftur í 1956
Fosturforeldra­felagið á ferð: Hvussu fáa…
Grindamanna­felagið fegnast
Føroysk lúsadata í heimsflokki
Búnaðarstovan vertur fyri norð­urlendskar…
Vinningar í lutaseðlasøluni hjá N25Y – v…
Bókaframløga: Heimalambið Nella
Árligi ruddingardagu­rin verður týsdagin…
Dávur vitjar Norðlýsið